Skriva út
Lagt út: 01.10.2013

Bjørn Kalsø setti Vísindavøkuna 2013

Nógv fólk var í Østrøm, tá landstýrismaðurin í granskingarmálum, Bjørn Kalsø, setti Vísindavøkuna seinnapartin fríggjadagin.

Í røðu síni legði Bjørn Kalsø millum annað dent á týdningin av at seta útbúgving og gransking í hásæti, um vit skulu varðveita okkara vælferðar- og vitanarsamfelag og menna tað víðari til framtíðar krøv og avbjóðingar. Uttan at fara í smálutir segði hann, at tey í Mentamálaráðnum hava lagt seg í selarnar fyri at raðfesta útbúgving og gransking í sambandi við fíggjarlógina fyri 2014.

Hann legði eisini dent á, at við íløgum í útbúgving og gransking skapa vit grundarlagið fyri nýhugsan og nýskapan, vit fáa ungu fólkini at støðast, og mest sannlíkt skapa vit eisini fólkavøkstur, sum er eitt lyklaorð í hesum tíðum, tí vit vita, at uttan fólkið ber ikki til at byggja land.


Røðan hjá Bjørn Kalsø, landsstýrimanni


"Góðu fyriskiparar, granskarar og øll við áhuga fyri vísindum og gransking!

Nú er Vísindavøka á sætta sinni, og ljós verður aftur varpað á granskingina. Á hesum degi fæst at vita, hvat ein granskari er, hvat gransking er, og hvønn týdning gransking hevur. Vísindavøkan er partur av evropeiska tiltakinum Researchers’ Night, - og tað er sera týdningarmikið og gott, at vit í Føroyum eisini eru við til at seta fokus á granskingina. Eg vil fegin takka Granskingarráðnum við Anniku Sølvará á odda fyri at skapa eitt so áhugavert og fjølbroytt tiltak, sum vit uppliva her í dag og eisini í døgunum upp til tiltakið við áhugaverdum greinum í Vísindavøkublaðnum, sum er borið út kring alt landið. Áhugaverd innsløg hava eisini verið at hoyrt í útvarpinum.

Í Vísindavøkublaðnum hitta vit granskarar, granskingarstovnar og frætta um ymisk evni, ið granskað verður í, eitt nú tara, holutum fiski, um týdningin av mati fyri heilsu og rørslulig avrik, og eisini um jagstranina eftir skerpikjøtbakteriuni.

Vit liva í einum vitanarsamfelag í eini altjóðagjørdari verð, har menniskjaligi kapitalurin er sera týðandi. Um vit skulu varðveita okkara vælferðar- og vitanarsamfelag og menna tað víðari til framtíðar krøv og avbjóðingar er alneyðugt, at vit seta útbúgving og gransking í hásæti. Vit mugu fáa til vega nýggja vitan, sum førir til nýggjar møguleikar, nýggjar vinnur og framburð.

Fari ikki at lyfta lokinum heilt her í dag, tí fíggjarlógin fyri komandi ár verður ikki framløgd fyrr enn mánadagin. Kann kortini siga so mikið sum, at vit í Mentamálaráðnum hava lagt okkum í selarnar fyri at raðfesta útbúgving og gransking.

Í ár er evnið á Vísindavøkuni “Food for thought” ella “føði til heilan”, hetta er sera viðkomandi og áhugavert evni. Matur skal til fyri at yvirliva, men hann gevur okkum eisini sansaligar upplivingar, skapar sosial sambond o.s.fr. Tó er matur ikki bara matur, men eisini ein virðismikil handilsvøra, sum kann skapa búskaparvøkstur, um rætt verður farið fram. Vit hava ótroyttar møguleikar at framleiða nýggjar matvørur, sum eru heilsugóðar og smakka væl, úr okkara framúrskarandi rávørum, úr reinum umhvørvi. Skal tað eydnast okkum at flyta okkum burtur frá at vera rávøru útflytarar til at framleiða hágóðskaðar vørur, krevst eitt framkomið og vælvirkandi granskingar¬umhvørvi. Men tað skulu eisini góðir smaksdómarar, kokkar og eitt vinnulív, sum á effektivan hátt kann veiða og virka rávøruna líka av grunni at munni. Í hesum sambandi krevst eisini, at øll hesi óumveruligu lið samstarva. Og júst hetta alneyðuga samstarv millum øll lið í okkara samfelag kann eitt tiltak sum Vísindavøkan virka við til at menna.

Vit eiga at rógva við rákinum, sum er í løtuni, har hópur av fólki leita til Norðurlond at finna tað reina, tað upprunaliga og tað óspilta.

Tað norðurlendska er væl umtókt á mongum økjum. Nógv øvunda okkum okkara vælferðarmodell. Norðurlond eru áhugaverd innan ferðavinnu, sniðgeving og matgerð. Vit kunnu t.d. nevna verkætlanina “Nýggjur norðurlendskur matur”, sum vit eisini taka lut í.

Í hesum døgum kappast ein av okkara fremstu matstovum um at gerast besta matstovan í ríkinum, og tað er heilt vist, at hetta í sær sjálvum er við til at skapa tilvitsku um Føroyar sum matvøruland og kann skapa okkum nógva virðismikla umtalu.

Til at tryggja menningina á matvøruøkinum og á øllum granskingarøkjum annars er neyðugt at hava góðar karmar, og tað er týdningarmikið, at vit hava gott samstarv millum útbúgvingarstovnarnar, granskingarstovnarnar og vinnulívið. Hetta samstarvið skal bera okkum fram á leið og gera Føroyar til eitt alsamt meir áhugavert og fólkaríkari land. Við íløgum í útbúgving og gransking skapa vit grundarlagið fyri nýhugsan og nýskapan, vit fáa ungu fólkini at støðast, og mest sannlíkt skapa vit eisini fólkavøkstur, sum er eitt lyklaorð í hesum tíðum, tí vit vita, at uttan fólkið ber ikki til at byggja land.

Á Vísindavøkuni luttaka granskingarstovnarnir og nýggja granskarasetrið, iNOVA, er eisini ein aktivur viðleikari. Eg fari at takka øllum, sum eru við fyri tykkara íkast!

Við hesum orðum fari eg at ynskja tykkum øllum eina góða Vísindavøku, og eg vóni, at vit øll gerast enn vísari og tað ger tað ikki verri við einum góðum bita til heilan eisini. Takk fyri!"

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.