Skriva út
Lagt út: 06.06.2016

Bjarki D. Djurhuus vart ph.d. á Syddansk Universitet

Mikudagin 25. mai vardi Bjarki Ditlev Djurhuus ph.d. ritgerð sína við Klinisk Institut á Syddansk Universitet. Ritgerðin er um beinetara (kolesteatom) hjá børnum. Hon kallast Cholesteatoma in children - Occurrence and risk factors.

Beinetari (kolesteatom) er ein álvarsom og skurðkrevjandi sjúka, sum kann oyðileggja oyrabein, hoyrisnigil, balanceorgan, v.m. Farnu 30 árini er samlaða talið av skurðviðgjørdum tilburðum av millumoyrabeinetara (KBMØK) í Danmark fallið. Samstundis sæst tó ein mumandi rúgva av tilburðum millum børn.

Endamálið við verkætlanin var:
- at lýsa tilburðir av millumoyrabeinetara (KBMØK) hjá børnum í Danmark í tíðarskeiðinum 1977-2010.
- at lýsa klovna vørr/góma sum vandatátt fyri millumoyrabeinetara tilburðum
- at lýsa aðrar møguligar vandatættir fyri millumoyrabeinetara hjá børnum, til dømis
a) ísetan av trummuhinnudreni og burturtøka av polyppum
b) bústaðar og ansingarumstøður, inntøku hjá foreldrum, etnisitet og heilivágsnýtsu v.m.

Vegleiðarar vóru
Kaare Christensen professari á Institut for Sundhedstjenesteforskning, Syddansk Universitet
Axel Skytthe, senior data analytikari, Institut for Sundhedstjenesteforskning, Syddansk Universitet
Christian Emil Faber lektari á Klinisk Institut, Syddansk Universitet og Odense Universitetshospital.

Í metingarnevndini vóru
Ann Hermansson lektari á Öron-näsa-hals, Skånes Universitetssjukhus
Preben Hømoe professari á Klinisk Institut, Københavns Universitet og Sjællands Universitetshospital
Kim Oren Gradel lektari á Klinisk Institut, Syddansk Universitet og Odense Universitetshospital, formaður

Les meira um verkætlanina og sí leinkjur til greinar her
 
Les um Bjarka D. Djurhuus í Heilagrunninum