Skriva út
Lagt út: 16.09.2020

Bioetisk evni í sambandi við DNA arbeiði hjá politinum og COVID-19

Norðurlendska nevndin fyri bioetikk, NCBio, skipar í heyst fyri tveimum netfundum, sum øll kunnu melda seg til. Hesir fundir koma í staðin fyri vanligu ráðstevnurnar og verkstovurnar, sum NCBio plagar at skipa fyri. 

Fyrri fundurin er um DNA í arbeiðinum hjá politinum. Um nýggjar arvbjóðingar í sambandi við nýggjar arbeiðshættir. 

Hesin fundurin verður í døgunum 23.-25. september, 2-3 tímar hvønn dagin. Tað er ókeypis at luttaka, men skráseting er neyðug. Les meira um skránna og melda til her

Seinni fundurin er um etikk í sambandi við COVID-19 farsóttina og um avleiðingar fyri okkara samfeløg. Hann er tann 16. oktober kl. 13-14.  Matti Häyry, professari á Aalto University, Finland heldur fyrilestur við heitinum: "Can Crisis Leadership Be Ethics Communication?"

Hetta er fyrsti fundurin í eini røð um evnið. Tað er ókeypis at luttaka, men skráseting er neyðug. Les meira um skránna og melda til her

Føroyar hava eygleiðarastøðu í NCBio. Súsanna M. Mortensen umboðar Føroyar. Samband fæst við hana her.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.