Skriva út
Lagt út: 30.10.2009

Billa bestu tekningina í 5. umfari


Vinnararnir av 5. og seinasta umfari av Tekna ein granskara eru funnir. Tey, sum hava hava atkvøtt fyri myndunum í hesum umfarinum, hava gjørt av, at tekningin hjá 5 ára gomlu Billu skuldi verða nr. 1. Tekningin hjá Billu er av einum granskara, sum kannar hvalir.

Tekningin hjá 8 ára gamla Árna gjørdist nr. 2 og tekningin hjá 7 ára gomla Meinhard Absalon nr. 3.

Allar vinnaramyndirnar kunnu síggjast her

Hepnu vinnararnir fáa bøkur frá Føroya Skúlabókagrunni.

Vinnararnir fáa bræv frá Granskingarráðnum fyrsta dagin.

Høvuðsvinningarnir
Tað eru komnar fleiri enn 200 tekningar í alt til tey fimm umførini av teknikappingini. Millum hesar situr ein dómsnevnd júst nú og finnur tríggjar tær bestu tekningarnar frá allari kappingini. Vit fara at kunngera, hvørjar vinnarartekningarnar og listafólkini eru, fyrst í november.

Vit takka øllum børnunum fyri tær fínu tekningarnar, sum vit fara at sýna fram alment, tá høvið býðst.  Allar innkomnu tekningarnar kunnu síggjast her.