Skriva út
Lagt út: 14.10.2022

Betri latið tvær milliónir til gransking

Betri hevur sett sær fyri at stuðla føroyskari gransking, og seinastu árini eru á leið tvær milliónir krónur latnar føroyskum granskarum árliga. Í ár var einki undantak.

- Hetta hevur týdning fyri at menna vitan um føroysk viðurskifti, staðfestir Evy Jacobsen, stjóri í Betri pf

Stuðulsgrunnurin hjá Betri hevur til endamáls at stuðla átøkum í Føroyum, sum fyribyrgja skaða, og sjúkum, skapa tryggleika og annars gagna samfelagnum.

Undanfarin ár hava tað serliga verið sjúkufyribyrgjandi og trivnaðarskapandi átøkum, bjargingarfeløgum og hjálparfelagsskapum, sum Stuðulsgrunnurin hevur stuðlað.

Men seinnu árini eru stuðulspengar í størri mun eisini latnir føroyskum granskingarverkætlanum, og í fjør vórðu pengar á fyrsta sinni beinleiðis markaðir til føroyska gransking.

- At stuðla gransking er at stuðla vitan. Vit meta tað avgjørt vera uppá sítt pláss, at ein sterk fyritøka sum Betri stuðlar undir nýggju, serføroysku vitanini, sum føroyskir granskarar finna fram til. Nýggja vitanin kemur jú bæði okkum og komandi ættarliðum til góða, sigur Evy Jacobsen.

Í ár fingu hesar verkætlanirnar stuðul frá Betri:

- Seinárin og sjúkueyðkenni av Covid, Gunnhild Helmsdal, Arbeiðs- og almannaheilsu
- Venjing og blóðstorknan, Jacobina Kristiansen, Landssjúkrahúsið
- Krabbameinsviðgerð, Noomi Gregersen, Klaksvíkar Sjúkrahús
- Diabetes, Malan Johansen, Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu
- Alduatlas, Bárður Joensen, LBF og Fróðskaparsetrið
- Goyma CO2 í undirgrund, Rakul Johannesen, Jarðfeingi

Betri Stuðulsgrunnurin fekk 23 umsóknir um granskingarstuðul og valdi at stuðla teimum seks omanfyrinevndu. Fyri at góðskutryggja granskingina leggur Betri seg eftir at stuðla verkætlanum, sum Granskingarráðið ella annar fakligur stovnur hevur blástemplað.

- Gransking er við til at flyta føroyska samfelagið framá. Undanfarnu árini hava vit stuðlað fleiri granskingarverkætlanum, sum hava borið á mál og sum komu við sera áhugaverdum úrslitum. Vit fegnast um at kunna vera við í arbeiðinum at fáa nýggja føroyska vitan til vega, sigur Evy Jacobsen, stjóri í Betri PF.

Kelda: Tíðindi frá Betri Stuðul