Skriva út
Lagt út: 02.03.2013

Bert fáir útlendskir granskarar í Føroyum

Gransking verður alsamt meira altjóðagjørd, men í Føroyum eru bert fáir útlendskir granskarar, og teir hava tað ikki altíð lætt. 

Í sambandi við uppbygging av EURAXESS-tænastuni í Føroyum,sum skal gera tað lættari hjá granskarum at flyta millum lond, hevur Granskingarráðið vitjað føroysku granskingarstovnarnar.

Á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum starvast tveir professarar í kunningartøkni úr Týsklandi og Kina, ein professari í lívfrøði úr Norra og ein professari í jarðalisfrøði úr Kanada.

Eingir útlendskir granskarar eru í løtuni á hinum granskingarstovnunum. Ein bretskur granskari var í fleiri ár á Jarðfeingi, og á onkrum øðrum stovnum hava eisini útlendingar verið í styttri tíðarskeið.

Landssjúkrahúsið hevur eisini útlendskar læknar, sum fáast við gransking.

Á flestu granskingarstovnum er semja um, at tað gevur íblástur og letur upp fyri nýggjari vitan at fáa útlendingar við øðrvísi førleikum og mentanum á stovnin. Men tað hevur eisini avbjóðingar við sær, tí fleiri útlendingar hava ilt við at skilja føroysku mentanina og málið og fáa ikki ta hjálp, teir hava fyri neyðini.

Fleiri útlendingar halda tað vera torført at gerast partur av føroyska samfelagnum og at læra málið. Teir hava trupulleikar við m.a.skatta- og pensjónsviðurskiftum og halda tað vera tvørligt at fáa kunning um slíkar spurningar. Granskarar úr londum uttanfyri norðurlond hava eisini havt trupulleikar við arbeiðs- og uppihaldsloyvum.

Tá føroyska EURAXESS-tænastan fer at virka, verður lættari hjá útlendskum granskarum at fáa greiði á nógvum spurningum, ið stinga seg upp, tá teir flyta til Føroya.

EURAXESS-tænastan fer eisini at gera tað lættari hjá føroyskum granskingarstovnum at koma í samband við útlendskar granskarar.

Kunning  um EURAXESS-verkætlanina her