Skriva út
Lagt út: 13.12.2016

Benedict E. Singleton vart ph.d. um grindadráp

Fríggjadagin 9. desember vardi Benedict E. Singleton ph.d. ritgerð sína um grindadráp í Føroyum á Örebro Universitet. Ritgerðin kallast: “From the sea to the land beyond. Exploring plural perspectives on whaling.”

Ritgerðin er sett saman av fimm greinum, sum samlað lýsa grindadráp frá sjálvum drápunum á hvalvágum til altjóða forumini, har sum hvalaveiða sum heild er eitt sentralt evni í eini fastlæstari ósemju.

Arbeiðið byggir á 3 mánaða feltarbeiði í Føroyum og í ritgerðini verða bæði eygleiðingar, samrøður, miðlar og aðrar bókmentir brúktar.

Vegleiðarar hava verið Rolf Lidskog, professari á Institutionen för humaniora, utbildnings- och samhällsvetenskap, Örebro Universitet, og Michael Thompson frá International Institute for Applied Systems Analysis (IIASA). Bjarni Mikkelsen frá Náttúrugripasavninum á Søvnum Landsins og onnur í Føroyum hava eisini samstarva um hesa verkætlanina.

Opponentur var Kris van Koppen, C.S.A., docentur, ENP, Wageningen University, Netherlands.

Samandráttur kann lesast her  Eisini er slóð víðari til sjálva ritgerðina.

Les um Benedict E. Singleton í Heilagrunninum

Mynd: whaling.fo