Skriva út
Lagt út: 29.01.2020

Bárður Hofgaard Joensen vart ph.d. við University of York

Fríggjadagin 24. januar vardi Bárður Hofgaard Joensen ph.d.arbeiði sítt á Department of Psychology, University of York.

Ph.d.-ritgerðin kallast:  "How event-based memories change as a function of forgetting and consolidation".

Aidan Horner, dr. og professari, og Gareth Gaskell, professari, vóru vegleiðarar.

Verjan gekk væl fríggjadagin og Bárður stóð hana uttan rættingar.

Ein kapittul í ritgerðini er almannakunngjørdur sum grein í Journal of Experimental Psychology: General, og kann frítt lesast á netinum, sí: United We Fall: All-or-None Forgetting of Complex Episodic Events

Øll ritgerðin kann lesast her

Les meira um granskingarbólkin hjá Aidan Horner, professara, á University of York á aidanhorner.org

Les meira um Bárð Hofgaard Joensen í Heilagrunninum