Barbara Egilstrod Ph.D.
Skriva út
Lagt út: 05.05.2025

Barbara Egilstrød  vart ph.d. um avvarðandi at fólki við demensi

Týsdagin 29. apríl vardi Barbara Egilstrøð ph.d.-ritgerð sína um umsorganarhættir innan demensøkið og serliga leiklutin hjá avvarðandi at demensraktum við Aalborg Universitet.

Ritgerðin kallast 'Situated co-produced family caregiving within dementia – A contribution to home-based caring practice for home-dwelling people with dementia'.

Maskering sum umsorganarháttur

Barbara Egilstrøð hevur seinastu 4 árini kannað umsorganarhættir innan demensøkið og serliga leiklutin hjá avvarðandi, ið stuðla og veita umsorgan til heimabúgvandi fólk við demens. 

Nágreinað verður, hvussu avvarðandi stuðla fólki við demensi til at liva eitt so gott, vanligt og virðiligt lív sum gjørligt, hóast sjúkutekin. Tað verður gjørt við áhaldandi at dempa sjúkueyðkenni og broytingarnar, sum sjúkan førir við sær, so til ber at liva so vanligt sum gjørligt. Hetta kallast maskering og er mest nýtti  umsorganarhátturin.

Avvarðandi kunnu gerast sjúk

Ritgerðin gevur innlit í lívið við demens, bæði í familjum og í samfelagnum, og vitan um, hvussu demensátøk kunnu skipast, so atlit í størri mun verður tikið til avvarðandi og tørv teirra, tí tey eru í stórum vanda fyri sjálvi at gerast sjúk við strongd, angist og tunglyndi.

Við neyvari vitan fáa avvarðandi hjá demenssjúkum betri møguleikar at luttaka í sosialari samveru og at  fevna broytingarnar heldur enn at fjala tær, soleiðis at familjur kunnu liva betur við demens. Úrslitini, ið ritgerðin varpar ljós á, kunnu geva heilsustarvsfólki íblástur og hjálp til at hugleiða um, hvussu eisini tey eru við til at viðlíkahalda maskering sum umsorganarhátt. Ofta leggja bæði heilsustarvsfólk og avvarðandi stóran dent á at tryggja, at tann demensrakti skal liva so vanligt sum gjørligt. Men sum sjúkan versnar, verður tað meira og meira trupult, og tí er umráðandi at bjóða neyðug demensátøk, sum stuðla familjuni, og at arbeiða við at tillaga væntanirnar, so familjan kann avlastast á skilabesta hátt. 

Barbara Egilstrøð hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Institut for Medicin og. Sundhedsteknologi á Aalborg Universiteti. Kirsten Shultz Petersen, lektari, hevur verið høvuðsvegleiðari. 

Í metingarnevndini vóru Guro Wisth Øydgard, Nord Universitet, Noregi, Christine E. Swane, granskingarleiðari hjá Fonden Ensomme Gamles Værn, Danmark, og Helle Haslund-Thomsen, lektari á Aalborg Universitet, Danmark.

Barbara Egilstrøð arbeiðir nú sum sum granskari hjá Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø í Danmark.

Mynd: Privatmynd.