Skriva út
Lagt út: 13.04.2011

Bakteriur, ið eru mótstøðuførar fyri antibiotika, eru í vøkstri

Eitt tvørfakligt toymi av granskarum hevur funnið fram til, at hóast vit gevast við at nýta ávís sløg av antibiotika í eina tíð, fer tað kortini at taka fleiri áratíggju, áðrenn mótstøðuførið hvørvur úr bakteriunum.

Antibiotika hevur verið "undurheilivágur" í meira enn 50 ár. Tað hevur gjørt menniskju frísk við at drepa bakteriur, ið hava gjørt okkum sjúk.

Trupulleikin er ovurnýtsla av antibiotika, og hetta hevur havt við sær, at bakteriurnar hava framleitt antibiotika-mótstøðuføri. Tað vil siga, at sjúkur, ið antibiotika áður megnaði at vinna á, eru nú antibiotika-mótstøðuførar.

Við at geva frískum djórum antibiotika, hava bóndir eisini gjørt sítt til hendan trupuleika.

Feria í mong áratíggju
Granskarar hava leingi mett, at um tú í teimum førum har mótstøðuførisstøðið var ov høgt, og tú steðgaði nýtsluna av antibiotika, so hevði tað við sær, at mótstøðuførisstøðið hvarv av sær sjálvum.

Í teorini kanst tú so aftaná at hava hildið “feriu” frá antibiotika, taka upp aftur viðgerðina við antibiotika.

Sambært granskarunum í Tromsø, er hendan áskoðan í so bjartskygd. Nýggjastu almannakunngjørdu dáturnar hjá granskarunum í Tromsø vísa, at hesi týdningarmiklu heilivágir tørva feriu í fleiri áratíggjur.

– Vit síggja í okkara myndulskipan, ið byggir á eftirlit av dátum frá landbúnaðinum, at mótstøðuføri minkar nógv fyrstu árini aftaná, at tú gevst við at taka antibiotika. Eftir hetta leggur antibiotika-mótstøðuførið seg í eina fasta legu, ið er lág, men tó framvegis av týdningi.

– Tað leggur seg ikki á null, sum merkir at antibiotika-mótstøðuførið er burtur úr bakteriustovninum, sigur smáverulívfrøðingurin Pål Jarle Johnsen.

Kann brúkast aftur í 2065
Gransking hansara er eitt samstarv við Jeffrey Townsend, lívfrøðing (evolusjonsbiolog), frá Yale University. Teirra gransking byggir á verandi eftirlitsdátur frá norskum og donskum høsnagørðum, har tey mitt í 1990inum góvust við at brúka antibiotika sum fóðurískoyti.

Við at samanbera hesar eftirlitsdátur við støddfrøðiligar og hagfrøðiligar myndlar, framgongur tað greitt, at antibiotika-mótstøðuførið mest sannlíkt ikki hvørvur úr umhvørvinum fyrr enn sera long tíð er liðin.

– Okkara útrokningar mæla til, at antibiotika ikki kann brúkast aftur fyrr enn í 2065. Tað skal sigast, at hetta eru gitingar, men at úrslitið er funnið við tølum frá verandi høsnagørðum, sigur Pål Jarle Johnsen.

Hann metir, at tað er gjørligt at bróta kotuna.

– Vit hava fulla orku á at skilja mannagongdirnar. Tað er týdningarmikið ikki at vera svartskygdur. Granskingartoymið er tvørfakligt og er mannað av farsóttarfrøðingum (epidemiologer), mylislívfrøðingum (molekylærbiologer) og lívfrøðingum (evolusjonsbiologer).

Stórar fylgjur
At koma í støður, har vit ikki kunnu viðgera óskaðiligar sjúkur, sum til dømis bløðrubruna, við antibiotika kann gerast veruleiki.

– Fylgjurnar verða stórar, har antibiotika ikki longur ger mun. Mótstøðuførar bakteriur kunnu føra til høgt deyðstal, fleiri sjúkur, longri innleggingar á sjúkrahús og sjálvandi øking av útreiðslunum hjá heilsuverkinum, sigur granskarin Ørjan Samuelsen á “Nasjonale Kompetansesenteret for påvisning av antibiotikaresistens” á UNN.

Hann er bangin fyri, at vit bert síggja toppin av ísfjallinum, hvat mótstøðuførum bakterium viðvíkur.

– Í framtíðini fara vit at síggja, hvat antibiotika-mótstøðuførið kann hava við sær. Í flest øllum dømunum, har vit síggja fjølmótstøðuførar bakteriur, hevur sjúklingurin verið á sjúkrahúsi í útlondum, sigur Ørjan Samuelsen.

Hann leggur dent á, at tá tú ert úti og ferðast, so mást tú hava serligt atlit til reinføri.

– Vaska hendurnar ofta, drekk bert vatn úr fløskum og ver ansin við, hvat tú etur. Bakteriur spjaða seg skjótt, ávarar Ørjan Samuelsen.

Gransking í Føroyum
Í tí føroyska samfelagnum er lítil vitan um antibiotika-mótstøðuførið hjá bakterium. Antibiotika-mótstøðuførar bakteriur eru í vøkstri runt allan heimin. Hetta hevur havt við sær, at sjúklingar ikki kunnu viðgerast við antibiotika ímóti sjúkum, sum koma av hesum bakterium, og tí mugu ígjøgnum eina drúgvari viðgerð.

Í Føroyum finnast eingin tøl fyri hesum, men sammeta vit okkum við grannalondini, so er væl hugsandi, at sama er galdandi í Føroyum. Í Íslandi til dømis, har nógv breiðsporað antibiotika hevur verið nýtt, er trupulleikin viðvíkjandi mótstøðuføri sera umfatandi.

Marita Debess Magnussen, ið er útbúgvin medisinskur mikrobiologur, fór í september 2008 í gongd við eina Ph.D.-verkætlan, sum er fíggjað av Granskingarráðnum, BP Amoco og Chevron Texaco. Verkætlanin snýr seg um antibiotika-mótstøðuføri hjá bakterium, og er hetta ongantíð áður kannað í Føroyum.

Henda granskingarverkætlanin er av stórum týdningi fyri tað føroyska samfelagið, tí hon fer at geva okkum týdningarmikla vitan um støðuna í antibiotika-mótstøðuførinum í humanum bakterium. Ongar dátur eru skrásettar í Føroyum um mótstøðuførið hjá bakterium ímóti antibiotika, og tískil er vantar vitan um, hvørt tann medisinska viðgerðin í løtuni er munagóð.

Les meir um granskingina hjá Maritu D Magnussen her: Stuðulsyvirlit

Les um Maritu D.Magnussen í: Heilagrunninum

Kelda: forskning.no og Heilsufrøðiliga starvstovan