Bakkafrost íløgur fyri slaka hálva milliard í gransking og menning
Bakkafrost gjørdi íløgur fyri 435 mió. kr. í gransking og menning í 2025. Tað var 56 mió. kr. meira enn árið fyri. Tað sæst í ársroknskapinum fyri 2025, sum varð almannakunngjørdur beint fyri páskir.
Í roknskapinum sæst eisini, at 46 prosent av íløgunum hjá Bakkafrost í gransking og menning vórðu gjørdar í Føroyum, hini 54 prosentini í Skotlandi og aðra staðni.
Íløgur vórðu millum annað gjørdar í at menna loysnir, sum skulu gera alifiskin meira mótstøðuføran móti sjúkum, minka um fellið og fáa fiskin at vaksa skjótari. Arbeitt verður við at menna sterk laksasløg, sum eru betri før fyri at standa ímóti vanligum heilsutrupulleikum.
Stórur dentur verður eisini lagdur á at minka um lúsatrýstið við øðrum viðgerðum enn heilivági, millum annað við framkomnum eftirlitskipanum og betri trivnaði hjá fiskinum. Góð úrslit eru fingin við at menna nýggj fóðursløg, ið tryggja høgt innihald av omega 3 og samstundis minka um ávirkanina á umhvørvið.
Royndir við biogassverki, ið umskapar lívrunnið burturkast til varandi orku, hava eisini gjørt framleiðsluna meira burðardygga.
Les meira um gransking og menning hjá Bakkafrost í ársfrágreiðingini fyri 2025.
Mynd: Aliøki hjá Bakkafrosti í Hvannasundi norður (c) gransking.fo
