Skriva út
Lagt út: 18.11.2010

B. Kunoy, M. V. Heinesen og F. Mørk grein í Ocean Dev. & Int. Law

Bjørn Kunoy, Martin V. Heinesen og Finn Mørk hava skrivað eina grein, ið er útgivin í Ocean Development & International Law, 2010, vol 41, No, ss. 357-379. Tað er forlagið Taylor & Francis ið gevur út Ocean Development & International Law.

Greinin viðgerð altjóðarættarligu treytirnar hjá strandalondum at nýta 2500 metra dýbdarlinjur til at áseta ytra landgrunsmarkið, t.e. uttan fyri 200 fjórðingar frá grundlinjunum. Somuleiðis verður hugt at, hvussu Landgrunsnevnd Sameindu Tjóða hevur viðgjørt, og grundgivið fyri, hvørjar 2500 metra dýbdarlinjur kunnu nýtast sum grundstøði til at áseta eitt ytra landgrunsmark, og í hvønn mun henda tulking av grein 76 í Havrættarsáttmála Sameindu Tjóða kann metast at vera í tráð við sáttmála tulkingar siðvenjurætt. Samandráttur av greinini sæst við at trýsta á her

Um Ocean Development & International Law trýst á her