Avtala um stuðul til granskingarsamstarv verður undirskrivað
Týsdagin 8. desember verður samkoma í Heilsu og Innlendismálaráðnum, har avtala um stuðul til at menna granskingarsamstarv á Heilsuøkinum verður undirskrivað. Talan er um 7 mill. kr. sum verða latnar úr Sjúkrakassagrunninum til samstarv millum Fróðskaparsetrið, Landssjúkrahúsið og Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.
Avtalan er úrslit av drúgvum tingingum, sum hava verið millum Granskingarráðið, sum umsitur Sjúkrakassagrunnin, og samstarvsstovnarnar.
Avtalan er grundað á leiðreglurnar fyri Høvuðsøki 3 í Sjúkrakassagrunninum, sum áseta, at: “Stuðul kann latast til at menna gransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar føroyskar stovnar fyri at menna heilsuøkið í Føroyum. Avtala verður gjørd við viðkomandi stovn/ar.”
Leiðreglurnar áseta neyvari, hvussu stuðulin skal brúkast. Hetta er til stovnssetan av Master útbúgving á heilsuøkinum, til ph.d. stuðul í heilsuvísindum/fólkaheilsu/sosialari heilsu, t.d. sjúkrarøkt, læknavísindum ella sosialvísindum og til setan av vísindastarvsfólki í heilsuvísindum/ fólkaheilsu/sosialari heilsu. Eisini verður sagt, at atlit skal takast til, at stuðulin skal gagna øllum økjum í landinum.
Samkoman verður týsmorgunin kl. 9.45 har Sirið Stenberg landsstýriskvinna í heilsumálum fer at halda røðu. Annika Sølvará stjóri í Granskingarráðnum fer at greiða frá um arbeiðið at gera avtaluna. Síðani verður avtalan undirskrivað. At enda fer Sigurð í Jákupsstovu rektari á Fróðskaparsetrinum at halda røðu vegna samstarvsstovnarnar.