Skriva út
Lagt út: 23.11.2012

Ávaraði um økta akademiska kapitalismu

Føroya Fróðskaparfelag skipar javnan fyri fyrilestrum og kjaki um gransking og granskingarpolitisk evni. Fyrr í heyst var kjakfundur við evninum “Grundgransking og nýtslugransking – hvussu stýrd skal gransking vera?”

Mikukvøldið 21. november hevði felagið fingið kenda norska søguprofessaran, politikaran og kjakaran Knud Kjeldstadli at halda fyrilestur við heitinum "Skulu útbúgving og gransking vera ein handilsvøra?"

Knud Kjeldstadli legði fyri við at siga, at vit í dag síggja eitt sterkt rák, sum gongur í móti eini akademiskari kapitalismu. Útbúgving verður ikki longur roknað sum ein almennur ágóði, men sum ein vøra, tann lesandi skal gjalda fyri. Skúlagjøld gerast alt vanligari, í fyrstani smærri upphæddir, men tær hækka skjótt og tað vendist ikki aftur. Stórar rationaliseringar vera framdar, so tað gerast fleiri lesandi fyri hvønn undirvísara, eitt dømi var úr eini avstralskari kanning, har tað vóru áður vóru 14 lesandi fyri hvønn undirvísara, men nú eru 21 lesandi fyri hvønn undirvísara, Hann vísti eisini á, at ikki øll vísindastarvsfólk longur hava skyldu ella sleppa at granska, tað verður eitt privilegium fyri nøkur.

Granskingin rættar seg ikki eftir tørvinum hjá menniskjum, men ímóti úrslitum, sum kunnu geva vinning. Hann ávaraði serliga ímóti, at granskingin verður stýrd av vinnuligum áhugamálum við avtalum millum fyritøkur og universitet ella við treytum, sum fylgja við privatum fíggjarligum stuðli.

Knud Kjeldstadli greinaði gongdina í akademisku verðini, sum hann metir vera skeiva og ódemokratiska. Hann segði, at tað serliga eru smá samfeløg, sum verða rakt av hesum ráki. Tað eru stóru londini og stóru universitetini, sum gera av, hvørjir standardir skulu nýtast, hann nevndi eitt nú Bologna-avtaluna sum standardiserar universitetsútbúgvingar í Evropa og skúlagjøldini, sum í alt størri mun vera kravd .

Neyðugt er at finna aðrar leiðir enn tær marknaðarlagaðu. Hann endaði við at lýsa hugtakið “samfelagsbundnað universitetið”, sum tekur sosiala ábyrgd og samfelagsnyttu í størsta álvara, tó uttan at avmarka hetta til spurningin um vørur, sum kunnu seljast. Hann legði stóran dent á, at universitetini skulu vera óheftir stovnar við internt valdari leiðslu og stórum gjøgnumskygni t.d. við skrásetingum av vinnuligum áhugamálum hjá granskarum og stovnum.

Um Knud Kjeldstadli
Knut Kjeldstadli starvast á Universitetinum í Oslo og hevur útgivið eina rúgvu av bókum, greinum o.ø. Í 1992 kom bókin ‘Fortida er ikke hva den en gang var. En innføring i historiefaget’ (endurútgivin og týdd til fleiri mál), sum verður brúkt sum hondbók á søgulestri á nógvum universitetum. Í 2003 fekk hann Brage-prísin fyri bókina ‘Norsk innvandringshistorie’. Í 2010 gav hann út bókina ‘Akademisk kapitalisme’, sum fyrilesturin í Havn tók støði í. Les meira um Knud Kjeldstadli her

Myndina hevur Ole Wich tikið.