Skriva út
Lagt út: 01.12.2019

Atli Ellendersen vart ph.d.-ritgerð á Universidade Federal do Paraná

Leygardagin 10. august 2019 vardi Atli Ellendersen ph.d.-ritgerð sína í søguligari tónlistafrøði á Universidade Federal do Paraná (UFPR), Curitiba, Paraná, Brasil.

Ritgerðin kallast: "Imitare la voce humana: aspectos expressivos do violino no século XVI e início do século XVII".

Eftir violinnám í Danmark (hjá Arne Svenden 1977-1983) og í Sveits (hjá prof. Max Rostal 1983-1987), hevur Atli starvast sum yrkistónleikari í Danmark, Svøríki (1987-1989) og Brasil (1989-2019). Hann tók masterprógv í 2012 og ph.d.-prógv í 2019, í báðum førum hevur Dra. Silvana Ruffier Scarinci verið vegleiðari.

Í metingarnevndini vóru: Dr. Danilo Ramos (UFPR), Dr. Haroldo Roger Benghi Burmester, Dra. Maya Suemi Lemos (UFRJ) og Dr. Luiz Henrique Fiammenghi (UDESC).

Granskingin snýr seg um tær djúptøknu hugleiðingarnar um tónlist, og list yvirhøvur, sum fóru fram í Italia í endanum á endurføðingartíðini, t.e. í sekstandu øld. Kannað verður, hvussu endurfinningin og tulkingin av fornaldarritum eftir grikskar og rómverskar heimspekingar og røðulistarhøvundar elvir til nýhugsan og hvørjar avleiðingar hendan fær fyri skapan og framførslu av tónleiki. Dentur verður serliga lagdur á tey kenslusomu (expressive) eyðkenni og sermerki ljóðføristónleikurin, og her serstakliga violintónleikur, fær fyrst í seytjandu øld.

Á myndini frá vinstru: Haroldo Roger Benghi Burmester, Atli Ellendersen, Silvana R. Scarinci, Danilo Ramos, Maya Suemi Lemos og Luiz Henrique Fiammenghi.

Les um Atla Ellendersen í Heilagrunninum