Ása Didriksen Apol vart ph.d. á Københavns Universitet
Fríggjadagin 24. oktober vardi Ása Didriksen Apol ph.d.ritgerð sína á Københavns Universitet.
Í stuttum snýr granskingin hjá Ásu seg um at kanna, hví summi við kroniskari hepatitis B virus infektión megna at fáa tamarhald á sjúkuni, meðan onnur ikki gera tað. Kronisk hepatitis B er ein virusinfektión í livrini og ein av heimsins mest útbreiddu infektiónssjúkum. Sjúkan kann føra til álvarsligar livrasjúkur, m.a. livraskropnan (“cirrosu”) og livrakrabba. Men hvussu kroppurin reagerar uppá sjúkuna er sera ymiskt frá persóni til persón.
Við framkomnari gentøkni hevur verkætlanin kanna blóðroyndir og livraroyndir frá persónum við kroniskari hepatitis B virus infektión í ymiskum stigum av sjúkuni. Úrslitini vísa, at tey sum hava tamarhald á virusinum hava eitt annað mynstur í síni immunverju enn tey, sum ikki hava. Harafturat síggjast broytingar í livrini, sum ikki endurspeglast í blóðinum, og hetta kann hava stóran týdning fyri sjúkugongdini.
Úrslitini frá ritgerðini geva nýggja vitan um, hvussu kronisk hepatitis B ávirkar kroppin, og kann brúkast sum grundarlag undir menning av nýggjum viðgerðarhættum.
Ritgerðin ber heitið: ”Exploration of transcriptomic and immune landscapes in blood and liver in chronic hepatitis B.”
Ása Didriksen Apol hevur arbeitt á Infektionsmedicinsk Afdeling á Amager og Hvidovre Hospital og hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Institut for Klinisk medicin á Københavns Universitet.
Vegleiðarar hava verið Nina Margrethe Weis, kliniskur professari á Amager og Hvidovre Hospital og Københavns Universitet, Jens Bukh, professari, og Anni Assing Winckelmann, ph.d., bæði á Københavns Universitet.
Í metingarnevndini vóru:
Peter Garred, kliniskur professari á Københavns Universitet, forfólk
Thomas A. Rasmussen, lektari á Aarhus Universitet
Dag Henrik Reikvam, kliniskur lektari á Oslo Universitetshospital og Oslo Universitet
Ása Didriksen Apol heldur fram í starvi sum granskari (post.doc.) á Infektionsmedicinsk afdeling á Hvidovre Hospital.
Les meira her
Mynd © privatmynd. Frá vinstru: Peter Garred, Ása Didriksen Apol og Dag Henrik Reikvam. Síðsti opponenturin, Thomas A. Rasmussen, var við til verjuna virtuelt frá Laos, og vantar tí á myndini.
