Skriva út
Lagt út: 21.09.2020

Ársins Vitanarfróðu í Kringvarpinum

Hósdagin 3. september varð kunngjørt, at 4. flokkur í Vestmanna skúla fekk heiðurin sum Ársins Vitanarfróðu í eykaumfarinum 2020. Tað fingu tey fyri frágreiðingina: Hvussu kunnu næmingar gera skúlan grønari??, sum tey sendu inn í juni. Í dag ganga tey í 5. flokki.

Kringvarpið var við til handanina í Vestmanna skúla saman við umboðum frá Granskingarráðnum. 

Kringvarpið gjørdi samrøður við næmingarnar í flokkinum og við stjóran í Granskingarráðnum.

Fríggjadagin 18. september var ein innslag í sendingini SAKIN

Mánamorgurin 21. september var handanin evni í barnaútvarpinum

Allar frágreiðingarnar, sum eru komnar inn til kappingarnar Ársins Vitanarfróðu, eru at finna á evnissíðuni Ársins Vitanarfróðu