Skriva út
Lagt út: 14.01.2015

Árið, ið fór

Granskingarráðið er skrivstova hjá Granskingarnevndini. Granskingarráðið arbeiðir á fleiri økjum.

Høvuðsuppgávan er at umsita Granskingargrunnin, ið hevur til endamáls at stuðla verkætlanum innan gransking, menning og nýskapan. Í hesum sambandi eru uppgávurnar hjá Granskingarráðnum at kunna um stuðulsmøguleikar til gransking, at vegleiða umsøkjarum og at umsita játtaðar verkætlanir.

Ein onnur stór uppgáva er at vera bindilið millum Føroyar og ES í samstarvinum um gransking og nýskapan, sum kallast Horizon 2020. Granskingarráðið kunnar føroyskar granskarar og mennarar um stuðulsmøguleikar og vegleiðir umsøkjarum, sum søkja ES um stuðul til verkætlanir, og kunnar eisini hini luttakaralondini um møguleikar í Føroyum umvegis skipaðu National Contact Point-netverkini.

Granskingarráðið kunnar á ymsan hátt um gransking í Føroyum og lutvíst um gransking hjá føroyingum úti í heimi.

Undir leiðslu av nevnd og stjóra ráðgevur Granskingarráðið eisini landsstýri og samfelagnum yvirhøvur í granskingarpolitiskum spurningum.

2014 var eitt fjølbroytt ár hjá Granskingarráðnum. Nógv virksemi var afturvendandi, t.d. granskingarstuðul og Vísindavøkan, men eisini var farið undir nýtt og sera umfatandi virksemi, tá ið Sjúkrakassagrunnurin var lagdur til Granskingargrunnin at umsita.

Stuðul úr Granskingargrunninum
Árið byrjaði við umsóknarfreist til Granskingargrunnin í februar. Tá freistin at søkja stuðul úr Granskingargrunninum var úti, vóru 48 umsóknir komnar inn og søkt var um í alt 37 mió. kr. Tað er tað mesta nakrantíð.

Granskingarnevndin avgjørdi á fundi 26. mai at játta stuðul til 13 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans vóru játtaðar kr. 6.861.761 til verkætlanir innan økini mentan, samfelag, náttúra og náttúrutilfeingi og heilsu. Les meira her
 
Nevndin staðfesti, at fakliga stigið á umsóknunum er hækkað munandi seinnu árini. Tey vóru samd um, at var játtan tøk, kundi verið latið tað dupulta í stuðli, tí tað vóru nógvar heilt góðar verkætlanir, sum avgjørt vóru stuðulsverdar, men sum tað ikki var rúm fyri í hesum umfarinum.

Tilsamans eru nærum 150 verkætlanir stuðlaðar úr Granskingargrunninum, síðani hann var settur á stovn í 2001.

Tá ein verkætlan, sum hevur fingið stuðul úr Granskingargrunninum, er liðug, skal ein endalig uppgerð sendast Granskingarráðnum. 18 verkætlanir eru endaliga uppgjørdar í 2014.

Allar verkætlanir, sum fáa játtan úr Granskingargrunninum, verða skrásettar í einum stuðulsyvirliti á heimasíðuni. Niðurstøður og úrslit frá verkætlanunum verða skrásett, tá endaliga frágreiðingin er móttikin og góðkend. Stuðulsyvirlitið sæst her

Open Access politikkur samtyktur
Á nevndarfundi 5. mars 2014 samtykti Granskingarnevndin eftir tilmæli frá fyrisitingini, at Granskingarráðið í prinsippinum skal taka undir við Open Access politikki fyri vísindaligt arbeiði, sum er fíggjað úr Granskingargrunninum. Avgerðin er formliga fráboðað Science Europe og Max Planck Institute, sum umsitur yvirlitið við stovnum, sum hava undirskrivað Berlin yvirlýsingina.

Næsta stigið hjá Granskingarráðnum er at gera ein nationalan Open Access politikk.
Les um avgerðina og um Open Access her

Nýggj granskingarnevnd
Í september 2014 setti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, nýggja Granskingarnevnd. Nevndin kemur at virka frá 1. september 2014 til 31. august 2017.

Limirnir sum tóku við í september eru:
• Guðrið Andórsdóttir, forkvinna, tilnevnd av landsstýrismanninum í mentamálum
• Ragnar Joensen, næstformaður, tilnevndur av Føroya Arbeiðsgevarafelag
• Gestur Hovgaard, tilnevndur av Løntakarafeløgunum
• Jákup Mørkøre, tilnevndur av landsstýrismanninum í vinnumálum
• Richard Schwartson, tilnevndur av landsstýrismanninum í heilsumálum
• Eyð Eidesgaard, tilnevnd av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum

Ein limur manglar at verða tilnevndur.

Fyrstu játtanirnar úr Sjúkrakassagrunninum latnar
Seinasta dagin í mars mánaði varð fæið úr Sjúkrakassagrunninum avhendað til Granskingargrunnin. Avhendingin fór fram á formligari móttøku í Østrøm í Havn, har umboð fyri Sjúkrakassagrunn Føroya og Granskingarráðið undirskrivaðu avhendingaravtaluna.

Úr Sjúkrakassagrunninum kann stuðul latast á trimum høvuðsøkjum við endamálinum at menna heilsuøkið í Føroyum.

Til at viðgera umsóknir og at gera tilmæli til Granskingarnevndina um stuðulsveiting var ein faknevnd sett. Tað vóru partarnir, sum varaðu av Sjúkrakassagrunninum, sum eftir áheitan komu við uppskoti til limir í faknevndina. Hesir partar vóru: Sjúklingaráðið, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, Landsfelag Pensjónista, Fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, Fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum, Heilsumálaráðið og umboð úr Meginfelag Sjúkrakassa Føroya

Granskingarnevndin gjørdi á fundi 26. mai av at seta faknevndina við hesum nevndarlimum: Aibritt á Plógv, Erland Viberg Joensen, Mogens Eriksen, Shahin Gaini og Turid Horn. Nevndin skipaði seg við Aibritt á Plógv sum forkvinnu.

Í 2014 hava tríggjar umsóknir fingið játtað stuðul undir høvuðsøki 1, sum fevnir um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Sinnisbati hevur fingið stuðul til almenn kunningarátøk um sálarheilsufyribrigdi, Fysioterapifelagið hevur fingið stuðul til fyriskipan av skeiði og Landsfelag Pensjónista hevur fingið stuðul til eina ráðstevnu.

Høvuðsøki 2 fevnir um stuðul til gransking og menning, sum kann menna heilsuøkið í Føroyum. Tá ið freistin at søkja var farin 1. september, vóru tilsamans 28 umsóknir um stuðul komu inn.

Grundað á uttanhýsis fakligar metingar og samfelagsligar raðfestingar gjørdi Faknevndin tilmæli til Granskingarnevndina um, hvør skuldi hava stuðul. Faknevndin legði serligan dent á at stuðla ph.d. verkætlanum, tí nevndin metir, at íløga í ph.d. útbúgving hevur stórt nyttuvirði í longdini.

Á tíðindafundi í Heilsumálaráðnum tann 19. desember varð kunngjørt, at Granskingarnevndin hevði játtað stuðul til 7 granskingarverkætlanir á fýra raðfestum økjum. Tvs. at bert fjórða hvør umsókn varð gingin á møti. Hetta er sama lutfall, sum í umsóknarumførunum í Granskingargrunninum. Tilsamans knappar 6 mió. kr. vóru tillutaðar til verkætlanir innan høvuðsøki 2. Les meira her

Enn er eingin stuðul latin á høvuðsøki 3, men samráðingar eru í løtuni um, hvussu tær 7 mió kr. sum eru settar av til økið skulu nýtast.

Les meira um Sjúkrakassagrunnin her

Vísindavøkan
Granskingarráðið skipaði aftur í ár fyri Vísindavøku í samstarvi við allar granskingarstovnarnar í Føroyum. Teir eru Búnaðarstovan, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Fiskaaling, Fróðskaparsetrið, Havstovan, Heilsufrøðiligu Starvsstovan, Jarðfeingi, Landssjúkrahúsið, Søvn Landsins og Umhvørvisstovan.

Vísindavøkublaðið varð borið í hvørt hús í Føroyum saman við Sosialinum mikudagin 17. september. Í blaðnum eru greinir um spennandi granskingarverkætlanir og um Vísindavøkuna. Serligur dentur var lagdur á at lýsa virksemið á nýggja granskarasetrinum iNOVA, sum var karmur um Vísindavøkuna 2014.

Tiltakið byrjaði kl. 8 á morgni tann 26. september og endaði við kvøldsetu sama kvøldið. Stovnarnir høvdu básar og fleiri samvirkin tiltøk vóru á økinum. 15 styttri framløgur vóru hildnar, tær flestu kunnu síggjast her

Á kvøldsetuni var heiðurslønin fyri framúr góða almenna miðling av gransking 2014 latin Kára Sólstein, miðlamanni. Kári Sólstein fekk heiðurin fyrst og fremst, tí hann á fyrimyndarligan hátt lýkur tey trý krøvini til heiðurslønina:
• miðling á høgum stigi til ein breiðan skara
• hann hevur givið íkast, sum økir fatanina av gransking í samfelagnum
• og talan er um fangandi og kjakkveikjandi miðling

Vísindavøkan var væl vitjað aftur í ár av bæði skúlanæmingum og øðrum áhugaðum. Vit meta, at tað vóru umleið 1000 vitjandi á Vísindavøkuni. Les meira um Vísindavøkuna her

Horizon 2020 avloysti FP7
Í januar 2014 byrjaði eitt nýtt 7 ára skeið fyri samstarv um gransking og menning í Evropa. Nýggja skráin kallast Horizon 2020, stytt H2020, og hon avloysir 7. rammuskránna, kallað FP7, sum Føroyar hava luttikið í síðani 2010. Ein nýggjur sáttmáli skuldi gerast millum Føroyar og ES um samstarv, og samráðingar um hetta hava fylt nógv í farna árinum. Føroyar og ES nevndin samdust um eitt uppskot til nýggja avtalu, sum var stavváttað á Sendistovu Føroya í Brússel 6. juni, og síðani viðgjørd í ymsu liðunum í ES-skipanini og endaliga undirskrivað 17. desember.

Londini, sum luttaka í H2020, hava sett í starv sonevnd National Contact Points, ella NCP-umboð. Hetta eru fólk, sum hava til uppgávu at kunna um stuðulsmøguleikar og hjálpa áhugaðum at søkja stuðul til luttøku í evropeiskum verkætlanum. Granskingarráðið hevur eitt starvsfólk, sum burturav arbeiðir sum NCP-umboð og samskipari. Harafturat eru í løtuni fýra NCP-umboð, sum starvast í føroyska granskingarumhvørvinum, knýtt at tænastuni parttíð. Yvirlitið sæst her

Í 2014 hevur NCP tænastan havt fleiri kunningarátøk, sum hava verið almennir fundir og meira málrættaðir fundir á granskingarstovnum. Framløgur frá kunningarfundum síggjast her

Mett verður, at føroyska úrtøkan í 2014 í H2020 er rímiliga góð havandi í huga, at talan er um eitt skiftisár við ávísum órógvi í mun til sáttmálan. Áhugin at søkja stuðul tykist vera vaksandi og afturmeldingarnar til flestu umsóknirnar eru sera góðar. Granskingarráðið er vitandi um 13 umsóknir í 2014, allar umsóknirnar eru ikki liðugt viðgjørdar enn. Higartil hava 3 fingið játtað stuðul og vónandi fer onkur afturat at sleppa gjøgnum nálareyga.

EURAXESS
Føroyski EURAXESS-portalurin hevur nú verið virkin í 1 ár. Endamálið við EURAXESS portalinum, sum bæði er á enskum og føroyskum, er at gera tað lættari hjá útlendskum granskarum at koma til Føroya og hjá føroyskum granskarum at fara út í heim at nema sær nýggjar førleikar. Her eru upplýsingar um m.a. innferðartreytir, at flyta, at finna bústað, arbeiðstreytir, skatt, málskeið, heilsutrygd og sosiala trygd. Eisini eru almennir upplýsingar um Føroyar, upplýsingar um føroyska gransking og fígging til granskingarverkætlanir. Praktiskir upplýsingar eru eisini til føroyskar granskarar, ið hava hug at fara til onnur lond at granska eina tíð.

Ein partur av EURAXESS-verkætlanini er at royna at tryggja granskarum, ið koma til Føroya, somu kor og treytir sum í øðrum londum í Evropa. Í 2014 vóru umboð fyri EURAXESS í Føroyum á kunningarvitjanum á granskingarstovnum. Kunnað var um EURAXESS og um Charter & Code ("European Charter for Researchers and Code of Conduct for the Recruitment of Researchers”), sum er eitt ES-skjal, ið lýsir rættindi og skyldur og arbeiðstreytir hjá granskarum í øllum Evropa.

Verkætlanin at byggja upp EURAXESS-tænastuna í Føroyum, ið ES hevur fíggjað, endaði 31. januar 2014. Granskingarráðið og Fróðskaparsetrið fara framyvir í felag at standa fyri tænastuni, ið skal veita granskarum, sum flyta til og úr Føroyum, kunning og leiðbeining.

EURAXESS-portalurin er serliga ætlaður granskarum og teirra avvarðandi, men kann eisini vera til hjálpar hjá øðrum, sum hugsa um at flyta til Føroya í arbeiðsørindum.  

Níggju nýggir ph.d.arar í 2014
Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava níggju føroyingar lokið ph.d. ella annað doktaraprógv í 2014. Seks av verkætlanunum eru partvís fíggjaðar úr Granskingargrunninum. Les meira her
 
Kunning um gransking
Granskingarráðið leggur stóran dent á at kunna alment um tær verkætlanir, sum verða stuðlaðar úr Granskingargrunninum, men eisini um gransking sum heild.

Farna árið hava vit javnan borið tíðindir á gransking.fo um granskarar, sum hava lokið ph.d., um greinir, sum eru komnar út, um tiltøk v.m. Eisini eru send 13 tíðindabrøv út í 2014 til umleið 650 haldarar.

Vit senda norska vísindablaðið fyri børn, Nysgjerrigper, út til allar skúlar í Føroyum fýra ferðir um árið. Blaðið kann eisini lesast her

Granskingarráðið luttekur eisini á ymsum tiltøkum við kunning um virksemi okkara. Millum annað var Granskingarráðið á kunningardegnum hjá Fiskivinnuroyndum føstulávintsmánadag 3. mars, har kunnað var um Granskingargrunnin, um NordForsk og um Horizon 2020.

Granskingardagur var fyriskipaður á Landssjúkrahúsinum tann 15. mai, har Annika Sølvará fekk høvi at seta dagin. Eisini vóru framløgur um granskingarverkætlanir, ið eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum.

Granskingarráðið var á Jobmatch í ár eins og undanfarin ár. Her varð gjørt vart við, hvørjir møguleikar eru fyri at arbeiða sum granskari í Føroyum ella sum føroyskur granskari uttanlands við tilknýti til føroyskar stovnar og fyritøkur. Serliga varð ráðgivið um, hvussu til ber at søkja stuðul úr Granskingargrunninum.

Gott nýggjár
Vit ynskja tykkum øllum eitt gott nýggjár. Vit vóna at kunna bera nógv góð granskingartíðindi komandi árið eisini. Vita tit onkra søgu, sum vit átti at sagt frá, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.