Skriva út
Lagt út: 22.09.2014

Arbeiða við at skipa betri viðgerð til fólk við etingarólagi

Í nýggjastu útgávuni av International Innovation Issue 152: Research Impacts er samrøða við Anniku Helgadóttir Davidsen, ph.d.lesandi, og Marianne Engelbrecht Lau, ph.d. leiðara, um teirra arbeiði at finna betri viðgerð til fólk við etingarólagi.

Etingarólag kann gerast bæði drúgt og trupult at viðgera. Eitt serligt eyðkenni fyri viðgerð av etingarólagi er, at lutfalsliga nógvir sjúklingar gevast við viðgerðini fyri tíð. Hetta hevur við sær, at viðgerðarúrslitini eru vánaligari, enn tey annars kundu verið.

Tær arbeiða við eini verkætlan, har tær kanna, um tað við sjúklinga feed-back og bólkasamrøðum ber til at fáa fleiri sjúklingar at vera longri í viðgerð og harvið betra um viðgerðarúrslitini. Verkætlanin kallast “Improving Paitent Outcome in Group Therapy for Eating Disorders” (F-EAT).

Tað eru 159 sjúklingar við í kanningini. Ætlanin er, at kanningin skal vera liðug í endanum á 2014. Farið verður so undir at kanna úrslitini og gera niðurstøður. Ætlanin er síðani at gera eina eftimeting av sjúklingunum trý ár seinni.

Greinin kann lesast her

Annika Helgadóttir Davidsen og Marianne Engelbrecht Lau arbeiða á Psykoterapeutisk Center Stolpegaard og á Psykologisk Institut á Københavns Universitet. Verkætlanin verður gjørd í samstarvi við Copenhagen Trial Unit  á Centre for Clinical Intervention Research og við the International Center for Clinical Excellence

Fakta
Etingarólag er ein sálarlig sjúka, ið serliga rakar gentur og kvinnur. Fólk við etingarólagi hava avskeplaðar tankar, kenslur og atburð í sambandi við mat og vekt, sum avmarka lívsførsluna. Fleiri sløg av etingarólagi eru. Talan er sjúku, sum kann gerast bæði drúgv og trupul at viðgera. Eitt serligt eyðkenni fyri viðgerð av etingarólagi er, at lutfalsliga nógvir sjúklingar gevast við viðgerðini fyri tíð. Hetta hevur við sær, at viðgerðarúrslitini eru vánaligari, enn tey annars kundu verið.