Skriva út
Lagt út: 31.10.2015

Annika Sølvará er sett í fast starv sum stjóri í Granskingarráðnum

Nevndin fyri Granskingarráðið hevur gjørt av at seta Anniku Sølvará í fast starv sum stjóri í Granskingarráðnum.

Annika Sølvará hevur kandidatútbúgving í enskum og søgu frá 1997. Hon hevur verið fyrisitingarleiðari á Fróðskaparsetrinum í 9 ár. Seinastu átta árini hevur hon verið í tíðaravmarkaðum starvi sum stjóri í Granskingarráðnum.

Fýra umsóknir vóru til starvið, og nevndin var samd um at seta Anniku Sølvará í starvið.
Forkvinnan í nevndini fyri Granskingarráðið, Guðrið Andorsdóttir, er fegin um, at Annika Sølvará heldur fram í stjórastarvinum.

- Granskingarráðið hevur fleiri týðandi uppgávur fyri framman. Stuðulin til granskingarverkætlanir skal eftirmetast, og ráðið skal framhaldandi virka fyri at miðla um gransking. Eisini skal luttøkan í evropeiska granskingarsamstarvinum, Horizon 2020, styrkjast og mennast, sigur hon.