Skriva út
Lagt út: 21.03.2017

Anni granskar smáverur í Indiska havinum

Anni Djurhuus hevur fingið grein almannakunngjørda í Royal Society Open Science um útbreiðslu av smáverum ígjøgnum dynamiskar frontar og bankar. Greinin viðger smáveru samfelagið frá subtropiskum til subantarkist økið í útsynnings Indiska havinum. Tílík dynamisk umhvørvi eru millum tey mest produktivu umráðini í heimhøvunum. Serliga tað í Indiska havinum har Aghulas streymurin blandar tað subtropiska og subantarkstiska vatnið saman í ein meldur. Lítil og eingin vitan er um smáverur í tílíkum skipanum.

Úrslitini í hesi nýggju greinini vísa á, at smáveru samfelagið er sera ávirkað av tí fysiska umhvørvinum (hiti, salt, nutrientar). Hóast front skipanin í eina ávísan mun verður blandað, er smáveru samfelagið meiri tengt at sjógvmassa, enn longargrad (subtropiskt til subantarktis).
Vanliga verða salt og hiti brúkt sum mát fyri sjógvmassa, men smáveru samfeløgini eru so ymisk millum sjógvmassa, at til ber eisini at eyðmerkja ymiskar sjógvmassar gjøgnum hesar verur.

Anni Djurhuus gjørdi hetta arbeiðið sum part av hennara ph.d.verkætlan á Universitetinum í Oxford. Greinin, ið varð útgivin mitt í mars varð grundað á royndir, sum hon tók á granskingarskipinum James Cook í november 2011. Ph.d. verkætlanin hjá Anni varð stuðlað av Granskingargrunninum og Fróðskaparsetrinum.

Greinin kallast "Microbe biogeography tracks water masses in a dynamic oceanic frontal system" og kann lesast her

Grein um rannsóknarferðina er á setur.fo

Eftir at Anni Djurhuus vardi ph.d. ritgerð sína í Oxford er hon farin í granskingarstarv á University of South Florida.

Les um Anni Djurhuus í Heilagrunninum

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.