Skriva út
Lagt út: 27.09.2014

Andrias vann spurnarkappingina

Granskingarráðið skipaði fyri spurnarkapping á Vísindavøkuni. Nógvir gestir royndu seg við spurningunum, sum allir byggja á evni, sum eru granskinagrtengd.

Tað vóru 10 spurningar. Eingin svaraði øllum rætt, meðan ein hevði níggju rættar. Tað var Andrias Brynjálvsson Henriksen, sum tískil vann eitt gávukort til Havnar Bio á 300 kr. og nýggju taraplakatina, sum Astrid Andreasen hevur teknað.

Niðanfyri eru spurningarnir og røttu svarini.


SPURNARKAPPING

1. Hvussu nógv 17-18 ára gomul í Føroyum roykja dagliga? 
a) 10,7%
b) 18,3%
c) 22,4%

Rætt svar: b (kanning hjá Fólkaheilsuráðnum frá í vár)

2. Hvar varð ein fuglur ringmerktur í Føroyum fyrstu ferð afturfunnin?

a) Skotlandi
b) Fraklandi
c) Marokko

Rætt svar: c (likkuskuri 1913)

3. Hvussu leingi goysti Eyjafjallajøkul í 2010?

a) 10 samdøgur
b) 25 samdøgur
c) 39 samdøgur

Rætt svar: c

4. Nær er elsta skjalið skrivað, sum lýsir Føroyar?

a) 825
b) 1130
c) 1210

Rætt svar: a (De mensura orbis terrae, skrivað av írska munkinum Dicuil)

5. Hvør er meginkeldan til eiturevnið PCB í føroyskum mati?

a) tvøst av grindahvali
b) spik av grindahvali
c) havhestur

Rætt svar: b (spik av grindahvali)

6. Hvussu nógvir føroyskir menn viga ov nógv?

a) 42%
b) 54%
c) 66%

Rætt svar: c (Gallup-kanning fyri Fólkaheilsuráðið 2014)

7. Hvussu heitt er vatnið í heitu kelduni í Kollafirði?

a) 15-16 stig
b) 26-27 stig
c) 32-32 stig

Rætt svar: b

8) Hvussu nogv hol blivu boraði eftir olju í føroysku undirgrundini í summar?

a) 1
b) 2
c) 3

Rætt svar: b

9) Hvussu nógvar bøkur komu út á føroyskum frá 1822 til 2013?

a) 3.540
b) 4.908
c) 6.417

Rætt svar: c

10) Hvussu nógvir elbilar eru skrásettir í Føroyum?

a) 5
b) 7
c) 9

Rætt svar: b

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.