Andrea Joensen phd verja august 2026.png
Skriva út
Lagt út: 28.08.2026

Andrea Joensen vart ph.d. um etingarólag

Mikudagin 27. august vardi Andrea Joensen ph.d.-ritgerð sína um orsøkir til etingarólag.  

Hetta var á Institut for Folkesundhedsvidenskab á Københavns Universitet, har Andrea Joensen hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur.

Verjan gekk sera væl.

Ritgerðin ber heitið: ”Early origin of eating disorders”.

Katrine Strandberg-Larsen, professari á Institut for Folkesundhedsvidenskab, hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Claus Thorn Ekstrøm, professari á Institut for Folkesundhedsvidenskab, og Else Marie Olsen, kliniskur lektari og psykiatriskur yvirlækni á Psykiatrisk Center Ballerup.

Í metingarnevndini vóru

Terese Sara Høj Jørgensen, lektari á Institut for Folkesundhedsvidenskab, Københavns universitet, forfólk
Lau Caspar Thygesen, professari á Syddansk Universitet
Francesca Solmi, professari á University College London

Í stuttum sigur Andrea Joensen soleiðis um granskingarevni sítt:

“Hildið verdur ofta, at etingarólag er ein sjáldsom sjúka, men gransking hevur víst, at nógv fleiri ung hava álvarslig sjúkueyðkenni, uttan at hava fingið eina diagnosu og harvið møguliga heldur ikki røttu hjálpina. Úrslitini frá hesi ritgerðini vísa, at tað er ein sosialur ójavni í, hvør fær eina diagnosu og hvør ikki. Tey, sum fáa eina diagnosu og harvið hjálp, eru oftari úr familjum við betri sosialum fortreytum, meðan ung við álvarsligum sjúkueyðkennum, men uttan diagnosu, oftari eru úr familjum við verri sosialum fortreytum. Granskingin hevur tí potentiali til at betra um vitanina um, hvør fær etingarólag, hvør fær hjálp, og hvør ikki verður loftaður í verandi heilsuskipan. Henda vitanin kann verða við til at menna betri fyribyrging og minka um sosiala ójavnan í atgongdini til hjálp og viðgerð fyri etingarólag.”

Les eisini grein granskingina, sum Andrea Joensen hevur staðið á odda fyri her

Andrea Joensen heldur fram í postdoc starvi á Københavns Universitet. Sí akademiska vangan her

Á myndini frá vinstru: Claus Thorn Ekstrøm, Else Marie Olsen, Katrine Strandberg-Larsen, Andrea Joensen, Francesca Solmi, Terese Sara Høj Jørgensen og Lau Caspar Thygesen. © privatmynd

Samandráttur

Eating disorders are serious mental disorders that typically develop during adolescence and are associated with psychiatric and physical comorbidity and increased mortality. However, much of the evidence is based on clinically diagnosed eating disorders, although many individuals with clinically relevant symptoms never receive a diagnosis. The overall aim of this PhD thesis was to examine the broader burden of eating disorders among Danish adolescents and investigate mental health and early-life risk factors across levels of eating disorder severity. By combining nationwide register data with questionnaire data from the Danish National Birth Cohort, the thesis identified both clinically diagnosed eating disorders and self-reported eating disorder symptoms, contributing to a broader understanding of the occurrence and early origins of eating disorders.