Skriva út
Lagt út: 27.04.2021

Andevni móti COVID-19 í 12 mánaðir eftir koronusmittu

Granskingarúrslit vísa, at andevni móti COVID-19 halda sær upp í 12 mánaðir hjá føroyingum, sum hava havt koronu.

“Okkara úrslit vísa, at meira enn 95 prosent av teimum kannaðu hava gjørt andevni móti koronu eftir smittu, og serliga áhugavert er, at andevni framvegis kunnu mátast hjá teimum upp í 12 mánaðir eftir sjúkuna”.

Hetta sigur Maria Skaalum Petersen, lektari og seniorgranskari, Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Sjúkrahúsverk Føroya og Depilin fyri Heilsu-og Almannagransking, Fróðskaparsetur Føroya.

Úrslitini eru almannakunngjørd í greinini "SARS-CoV-2 natural antibody response persists up to 12 months in a nationwide study from the Faroe Islands" við Mariu Skaalum Petersen sum fyrsta høvundi. Greinin kann lesast her:

Úrslitini

Andevni verða vanliga framleidd í kroppinum, tá ein hevur verið sjúkur av COVID-19.

“Vit síggja, at IgG (sum er tað andevnið, ið heldur longst, eftir at tað er framleitt í sjúkutíðini) minkar fyrstu sjey mánaðirnar, men eftir tað flatnar fallið og tykist halda sær rímiliga støðugt, í øllum førum upp í 12 mánaðir. Tær kanningar, sum higartil eru almannakunngjørdar altjóða, hava víst, at andevni halda minst í átta mánaðir, men hetta er fyrstu ferð, at vit kunnu prógva, at koronasjúklingar framvegis hava andevni ímóti koronu eitt ár eftir, at tey hava verið sjúk”, sigur Maria Skaalum Petersen, sum heldur, at talan er um sera týðandi og góð úrslit.

Peter Garred, professari frá Universitetinum í Keypmannahavn og yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum, hevur luttikið í føroysku kanningunum, og hann er samdur við Mariu Skaalum Petersen um týdningin av úrslitunum.

“Ja, tí tey benda á, at størsti parturin av teimum, sum hava havt COVID-19, eru heilt ella lutvíst mótstøðufør fyri nýggjari smittu í upp í eitt ár eftir smittu, í øllum førum við sama virus varianti, og hesi úrslit eru mest sannlíkt eisini umboðandi fyri onnur lond”, sigur hann.

“Umframt tey góðu tíðindini um mótstøðuføri, kunnu úrslitini eisini hava beinleiðis samfelagsligan týdning her og nú. Tí bæði í Føroyum og Danmark verður umrøtt,
hvørjar treytir skulu brúkast í samband við korona-pass til fólk, sum ikki eru koppsett, men sum hava havt COVID-19”, sigur Peter Garred.

Granskingarverkætlanin

Endamálið við granskingarverkætlanini er at kanna ta natúrligu andevnisgerðina hjá fólkum, sum hava verið smittað við COVID-19 í Føroyum.

Granskingarverkætlanin hevur savnað blóðroyndir frá í alt 405 føroyskum koronasjúklingum, sum hava verið sjúkir av COVID-19 frá mars til desember 2020. 172 av hesum fólkum vóru sjúk í tíðarskeiðinum mars til apríl 2020 og 233 fólk í tíðarskeiðinum frá august til desember 2020. Luttøkan hevur verið sera góð, og stórur partur av øllum skrásettum koronatilburðum í Føroyum hava luttikið í granskingarverkætlanini, t.v.s. at tey umboða tey uttan ella við mildum sjúkueyðkennum, umframt tey við ringari sjúku. Luttakararnir hava latið eina blóðroynd tríggjar ferðir (ávikavist tríggjar, sjey og 12 mðr. og ein, tríggjar og sjey mðr. eftir sjúkubyrjan), sum eru kannaðar fyri andevni.

Tvey sløg av greiningum eru brúkt fyri at kanna fyri COVID-19 andevni. Ein greining, sum kannar, um tað eru andevni ella ikki, og sum er gjørd á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni í Føroyum, og ein onnur greining, sum mátar mongdina av andevnum í blóðinum, og sum er gjørd á Molekylær Medicinsk Laboratorium á Ríkissjúkrahúsinum.

Samstarv

Verkætlanin er framd í samstarvi millum Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, Landssjúkrahúsið, Ílegusavnið, Landslæknan, Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet, umframt Molekylær Medicinsk Laboratorium á Klinisk Immunologisku deild, Diagnostisk Center á Ríkissjúkrahúsinum.

Maria Skaalum Petersen, lektari, og Pál Weihe, professari, hava ábyrgd av tí kliniska partinum av granskingarverkætlanini, og Peter Garred, professari hevur ábyrgdina av IgG-andevnisgreiningunum.

Verkætlanin er fíggjað av Felagnum Nótaskip, Sp/f Krúnborg og Borgartún, tí serstaka COVID-19 stuðlinum frá føroyska Granskingarráðnum, Novo Nordisk Fonden og Carlsbergfondet.