Skriva út
Lagt út: 08.04.2016

Amsterdam er europeiskur høvuðstaður fyri nýskapan 2016

Í dag, 8. apríl hevur Europakommisiónin tillutað Amsterdam heiti European Capital of Innovation ("iCapital") 2016. Heiðurin verður latin fyri heildarvisiónina fyri nýskapan á fýra økjum av býarlívi: leiðslu, búskapi, sosialari inklusión og lívsgóðsku.

Ein nevnd við óheftum serfrøðingum valdi Amsterdam framum átta aðrar finalistar. Heiðurslønin er umframt heitið 950.000 evrur, sum fara at vera nýttar til víðka og økja um nýskapanina av býnum. Torino og Paris vóru nummar tvey og trý og fingu ávikavist 100.000 og 50.000 evrur.

Les meira her um teir níggju býirnar, sum vóru í finaluni til heiðurin the European Capital of Innovation Awards 2016 og síggj stuttfilmarnar um býirnar her