Skriva út
Lagt út: 25.03.2020

Altjóða útgáva um kyn og oyggjasamfeløg

Firouz Gaini, professari í antropologi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur saman við Helene Pristed Nielsen, lektara í landafrøði á universitetinum í Ålborg, ritstjórnað nýggju bókina Gender and Island Communities, sum forlagið Routledge gevur út. Bókin telur 190 blaðsíður og hevur níggju kapitlar. Haraftrat er ein epilogur, sum Godfrey Baldacchino hevur skrivað. Tekstirnir hyggja at hesum oyggjasamfeløgunum: Grønland, Føroyar, Hawai’i, Tasmania, Puerto Rico og Okinawa (Japan). Firouz Gaini hevur skrivað fyrsta kapittul, “Gender, Change and Continutiy in Island Communities”, saman við Helene Pristed Nielsen. Haraftrat hevur hann skrivað ein kapittul um kyn, samleika og militarismu í Okinawa (Japan). Erika A. Hayfield hevur skrivað tekstin úr Føroyum.

Hendan bókin hevur eitt feministiskt útgangsstøði í síni viðgerð av kyni og sosialum ójavnaði í oyggjasamfeløgum kring heimin, samstundis sum hon umrøður “islandness” (oyggja-sereyðkenni) í sínum (“intersectional”) greiningum.

Hóast nýggju bókmentirnar um oyggjar og oyggjafrøði (“island studies”) eru rúgvusmiklar, so hava flestu av hesum útgávunum granskað oyggjar sum granskingarlutir, heldur enn sum kontekstir at granska kynsrelatiónir og lokalar (kyns-) menningargongdir. Við “Island feminism” ástøðinum hjá Karides sum fráfaringarstað, og við íblástri úr víðfevndu útgávurnar innan oyggjafrøði, men eisini úr tvørvísindaliga granskingarøkinum “gender and place”, byggir bókin brúgv tvørturum eitt (vitanar-) op við at kanna kyn, kynsrelatiónir, ávirkan og politikk í fjølbroyttum oyggjaumhvørvum kring heimin – úr Føroyum og Grønlandi í norðuri til Tasmania í suðuri. Innlit í nútíðar samfelagsmenningini og kynsligum rembingunum á hesum plássum útvegar ríka “andliga føði” um fløkjasligu sambondini millum kyn og stað í einum lokalum/globalum heimi.

Bókin er sera áhugaverd hjá lesandi og granskarum í kynsfrøði, mentanarfrøði, oyggjafrøði (“island studies”), antropologi, og í høvuðsheitum í sosiologi, landafrøði, margfeldis- og fólkaræðisgransking og altjóða viðurskiftum.

Bókin kann bíleggjast hjá forlagnum