Skriva út
Lagt út: 11.02.2021

Altjóða ST-dagur fyri kvinnur í gransking

Í dag er altjóða ST-dagur fyri kvinnur í gransking. Á heimsstigi eru færri enn 30 prosent av granskarum kvinnur. Í Føroyum er støðan tó munandi øðrvísi, tí her eru áleið eins nógvar kvinnur sum menn, ið granska.

Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, vísti í morgunsendingini hjá Kringvarpinum á, at eins nógvar og onkuntíð fleiri kvinnur enn menn hava í nógv ár fingið stuðul til gransking frá Granskingarráðnum. Tey, sum taka ph.d.-útbúgving, hava seinastu árini verið líka nógvar kvinnur sum menn.

Í morgunsendingini greiddu eisini tvær kvinnur, ið granska - Karin Margretha Húsgarð Larsen og Turid Hammer – frá sínum áhuga fyri gransking.

Hoyr innslagið í Góðan Morgun Føroyar her: Góðan morgun Føroyar

Flytførisskráin fyri granskarar hjá ES – Marie Sklodowska-Curie Actions – vísir í sambandi við ST-dagin fyri kvinnur í gransking á, at skráin hevur rokkið sera góðum úrslitum við at stuðla kvinnum í gransking. Næstan 42% av teimum, ið fáa stuðul frá flytførisskránni, eru kvinnur. Tað ger Marie Sklodowska-Curie Actions til ta granskingarskránna hjá ES, ið hevur mest javnsetta kynsumboðan.

Les samrøður við kvinnuligar granskarar, ið hava fingið stuðul frá MSCA her.