Skriva út
Lagt út: 21.03.2012

Altjóða samstarv um granskingarinfrakervi til viðgerðar

Stór altjóða ráðstevna um granskingarinfrakervi - ICRI 2012 - varð sett í Bella Centrinum í Keypmannahavn í dag.

Á skránni eru framløgur, kjak og framsýningar um granskingarsamstarv og - infrakervi. Seinnu árini er alt meira orka løgd í at byggja upp samstarv landana millum um granskingarinfrakervi. Hetta hevur bæði verið fyri at hjálpast at við stórum íløgunum, sum krevjast fyri at skapa góðar karmar, fyri at sleppa undan at gera somu íløgur í fleiri grannalondum og ikki minst fyri at gagnnýta fakliga samstarvið, sum longu er á nógvum økjum.

Fyrstu felags íløgurnar sum vóru gjørdar, vóru mest á tungu tøkniligu síðuni, eitt nú innan alisfrøði, rúmdargransking og líknandi. Seinnu árini er hetta víðkað til øll granskingarøki og samstarvað verður tvørtur um landamørk og fakmørk sum ongantíð áður.

Fleiri av røðarunum í dag løgdu dent á, at týdningarmesti parturin av samstarvinum er at deilast um dátur, bæði fyri saman at kunna fáa meira burturúr og fyri betri at kunna goyma og handfara øgiligu nøgdirnar av dátum, sum verða skaptar hvønn dag.

Danski vísindamálaráðharrin Morten Østergaard brúkti kendu myndina hjá George Bernhard Shaw sum dømi um fyrimunirnar við samstarvi á økinum:Tvey fólk hava hvør sítt súrepli. Geva tey hinum sítt súrepli, hava tey enn bara hvørt sítt súrepli. Var talan hinvegin um hvørt sítt hugskot, sum tey góvu hvørjum øðrum, so høvdu tey havt fingið tvey hugskot í part. Altso báðir partar fáa stórar fyrimunir av at deilast um hugskotini – og infrakervið.

ICRI er stytting fyri International Conference on Research Infrastructure. Hetta er sjeynda í røðini, tann støsta higartil, tí nú er ráðstevnan víðkað til at fevna um allan heimin. Áður hevur talan verið um eina evropiska ráðstevnu. ICRI 1012 er partur av tiltøkunum, sum Danmark skipar fyri í sambandi við ES formansskapin hjá Danmark. 

Gott 500 fólk eru við á ráðstevnuni. Granskingarráðið er væl umboðað. Martin Zachariassen, formaður í granskingarnevndini, Guðrið Andorsdóttir, stjóri fyri Ílegusavnið og limur í granskingarnevndini, og Annika Sølvará, stjóri i Granskingarráðnum, eru við.

Ráðstevnan heldur fram í morgin, fyrst við felags fyrilestrum og síðani við fýra paralellum tiltøkum, har evnini eru Heilsa, Veðurlagsbroytingar, Orka og E-infrakervi undir yvirskriftini: Grand Challenges: Research Infrastructures at the Forefront – Specific Needs, Lessons Learnt and the Way Forward from Thematic and Cross-cutting Areas.

Skráin fyri ráðstevnuna kann lesast her 

Yvirlit yvir ymsu samstarvsnetverkini, sum sýna fram postarar á ráðstevnuni, sæst her
Føroyar eru við í summum av hesum netverkunum. Eitt av hesum kallast INTERACT – International Network for Terrestial Research and Monitoring in the Arctic, haðani myndin omanfyri er frá.