Skriva út
Lagt út: 29.05.2018

Altjóða læknafrøðilig ráðstevna í Føroyum

Sunnudagin 27. mai lat ráðstevnan PPTOX VI upp í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya á Vestaru Bryggju.

Ráðstevnan sjálv verður síðani hildin í Norðurlandahúsinum mánadagin til og við mikudagin, tá hon endar við útferð við Smyrli til Suðuroyar mikukvøldið.

Ráðstevnuheitið stendur fyri Prenatal Programming and Developmental Toxicity, og tað er hvussu tað ófødda barnið verður ávirkað av umhvørvinum í móðurlívi, og hvussu eiturevni ávirka búningina hjá mannabørnum. Umleið 200 granskarar úr øllum heiminum koma til ráðstevnuna, serliga nógvir úr USA. Skráin sæst á www.pptox.fo

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu skipar fyri ráðstevnuni saman við Syddansk Universitet og Harvard School of Public Health. Philippe Grandjean, professari á SDU og Harvard og Pál Weihe, professari og leiðari fyri Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu eru høvuðsfyriskiparar.Tað er felagið GreenGate í Havn, sum fyriskipar.

Fyrstu ferð varð ráðstevnan hildin her í Føroyum í 2007, og tá komu granskarar ásamt um eina niðurstøðu, sum seinni er almannakunngjørd í vísindatíðariti undir heitinum: The Faroes Statement: Human Health Effects of Developmental Exposure to Chemicals in Our Environment. Tað er í stuttum, at betur er at vera fyrivarin enn eftirsnarin, eisini tá um kemisk útlát til náttúruna ræður. Fyri hópin av manngjørdum evnum vita vit ikki langtíðaravleiðingarnar fyri heilsuna hjá menniskjum og djórum.
Hendan stevnan hevur síðani verið hildin annað hvørt ár í ymsum londum: USA, Frankaríki og Japan. Og nú kemur hon so aftur til Føroya, har hon varð til á sinni – og høvið er, at Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu fyllir tríati í hesum mánaðinum.

Kelda: health.fo