Skriva út
Lagt út: 29.02.2016

Alment seminar í lóg á Setrinum

Fríggjadagin tann 4. mars skipar Søgu- og Samfelagsdeildin fyri almennum seminari í løgfrøði - Kára á Rógvi, professara sála, til minnis.

Endamálið við seminarinum er at varpa ljós á løgfrøði og løgfrøðiútbúgving í smáum løgdømum og samfeløgum.

Tiltakið er alment, men tey, ið ætla at luttaka, mugu við atliti at fyrireikingini boða frá luttøku í seinasta lagi dagin fyri tiltakið. Hetta kann gerast umvegis teldupostin kristianj[at]setur.fo ella við at ringja á 29 26 05.

Tiltakið verður í Auluni á Námsvísindadeildini (Læraraskúlanum), Frælsið 20, Tórshavn.

Skrá
Kl. 11.00 – Bárður Larsen: Vælkomin
Kl. 11.05 – Bárður Larsen: Týdningurin av serføroyskari løgfrøðiútbúgving
Kl. 11.30 - Mikael Karlsson: Legal Education
Kl. 12.00 – Erling Isholm: Løgsøga og MA í Lóg
Kl. 12.30 – Ágúst þór Árnason: Global legal education in the periphery: The Akureyri experiment

Kl. 13.00-13.30: Steðgur

Kl. 13.30 – Niels Waage: Kollektiv arbejdsret som et færøsk særanliggende
Kl. 14.00 – Halgir Winther Poulsen: Føroyskur arbeiðsrættur og Fasti Gerðarættur
Kl. 14.30 – Jóan Pauli Joensen: Etnologiskar hugleiðingar kring siðvenjur, lóg og Grundlóg
Kl. 15.00 – Andrass Arge: Lógkønur óðalsmaður
Kl. 15.30 – Hans Gammeltoft-Hansen: Forholdet mellem forvaltningsprocessen og den materielle forvaltningsret