Skriva út
Lagt út: 19.09.2011

Almenn hoyring – European Research Area


Kommissiónin hevur júst opnað eina almenna hoyring, um hvussu málið við einum felags europeiskum granskingarøki (European Research Area, ERA) kann náast.

Til tess at finna útav hvørjir fløskuhálsar eru, sum kunnu forða fyri at ERA gerst veruleiki, hevur kommissiónin tikið stig til almennu hoyringina.

Málið við einum felags europeiskum granskingarøki er ein partur av Innovation Union flagship tiltakinum, sum leiðararnir í ES fyrr í ár samtyktu at arbeiða fyri.

Les um European Research Area: http://ec.europa.eu/research/era/index_en.htm

Síða halgað almennu hoyrininga: http://ec.europa.eu/research/consultations/era/consultation_en.htm

Les um Innovation Union: http://ec.europa.eu/research/innovation-union/index_en.cfm

Les áheitanina frá kommisserinum innan vísindi, gransking og menning, Márie Geoghean-Quinn her