Skriva út
Lagt út: 21.03.2018

Álit um endurskoðan av lóg um gransking handað Rigmor Dam

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í granskingarmálum, fekk í dag handað álit um endurskoðan av lóg um gransking. Les álitið her.

Fleiri landsstýrisfólk varða av gransking, menning og nýskapan. Fleiri almennir stovnar hava gransking sum lutvísan ella umfatandi part av sínum virksemi. Eisini eru fleiri grunnar, sum veita stuðul til hesi endamál. Vísindaráðið mælti í 2011 til økt samstarv bæði millum granskingarstovnarnar og millum stuðuls­fyrisitingarnar. Lógin um gransking tørvar at verða endurskoðað og dagførd í mun til ta menning, sum hevur verið á økinum í Føroyum og úti í heimi síðani 2006.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, setti á vári 2017 ein arbeiðsbólk umboðandi stjórnarráð og stovnar, sum varða av arbeiðinum við gransking, at endurskoða lógarverkið um gransking í Føroyum, og at arbeiða við uppskoti um loysn fyri tættari samstarvi á økinum. Arbeiðsbólkurin skuldi lýsa tørvin á broytingum í lógini um gransking, herundir fyrisiting av stuðli til gransking, menning og nýskapan sum heild í Føroyum, um skilmarking av hugtøkum og um skipanina við Vísindaráðnum.

Mentamálaráðið, Fiskimálaráðið, Heilsumálaráðið, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, Vinnuhúsið, Fróðskaparsetrið og Granskingarnevndin hava verið umboðað í arbeiðsbólkinum. Mentamálaráðið hevur havt formansskapin, meðan skrivstovan hjá Granskingarráðnum hevur leiklutin at skriva og samskipa.

Arbeiðsbólkurin hevur verið mannaður av:

Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevi í Heilsu- og Innlendismálaráðnum
Guðrið Andorsdóttir, stjóri á Ílegusavninum, táverandi forkvinna í Granskingarnevndini
Niels Winther, ráðgevi í Føroya Arbeiðsgevarafelag
Oyvindur av Skarði, fulltrúi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum
Rúni Rasmussen, deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni
Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum
Súsanna Nolsøe, fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum
Ulla Svarrer Wang, ráðgevi í Fiskimálaráðnum
Wilhelm E. Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum, og núverandi formaður í Granskingarnevndini

Formansskapur, Mentamálaráðið:

Martin Næs, deildarstjóri, formaður
Kristianna Sjóvará, fulltrúi
Alda Joensen, fulltrúi

Skrivaraleiklutur og samskipan, Granskingarráðið:

Annika Sølvará, stjóri
Maria Húsgarð, fulltrúi

MYND: Rigmor Dam, landsstýriskvinna saman við arbeiðsbólkinum, sum hevur skrivað álit í sambandi við endurskoðan av lóg um gransking.

Á myndini frá vinstru eru:

Maria Húsgarð, Guðrið Andorsdóttir, Oyvindur av Skarði, Ulla Svarrer Wang, Alda Joensen, Súsanna Nolsøe, Birita Ludvíksdóttir, Kristianna Sjóvará, Niels Winther, Wilhelm E. Petersen, Rúni Rasmussen, Annika Sølvará og Rigmor Dam.

Á myndini vanta: Martin Næs og Sigurð í Jákupsstovu.