Skriva út
Lagt út: 07.06.2023

Alheims havdagur

Tann 8. juni er World Ocean Day - Alheims havdagur. Í hesum sambandi verða tiltøk fyriskipað kring allan heim at varpa ljós á týdningin av havinum fyri okkum øll og á ta ábyrgd, sum vit hvør sær og saman hava fyri at umsita havið og tilfeingið við skili.

Á hesum kortinum síggjast tiltøk, sum verða fyriskipað ymsa staðni kring heimin.

ST skipar fyri ráðstevnu á netinum, sum øll kunnu fylgja við í – skráset teg á Planet Ocean: Tides are Changing

Vit vita ikki, um nakað ávíst alment tiltak í Føroyum á Alheims havdegnum, men við íblástri úr Íslandi, skjóta vit upp, at stór og smá fara í fjøruna at rudda rusk ein tíma ella tveir.

Føroyar eru partur av altjóða átakinum Havsins áratíggju. Les meira um tað her