Basalt.PNG
Skriva út
Lagt út: 20.02.2019

Aldurin á basaltinum á føroyska økinum viðgjørdur í grein

Tann 13. februar varð greinin “Seismic-stratigraphic constraints on the age of the Faroe Islands Basalt Group, Faroe-Shetland region, Northeast Atlantic Ocean” kunngjørd í vísindaliga tíðarritinum “Basin Research”.

Jana Ólavsdóttir, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, hevur skrivað greinina saman við Martyn Stoker, University of Adelaide, Lars Ole Boldreel, Københavns Universitet, Morten Sparre Andersen, GEUS og Óluvu R. Eidesgaard, Jarðfeingi.

Ein enskur samandráttur av greinini sæst her, meðan hald krevst fyri at síggja alla greinina.

Stutt kann sigast, at greinin viðger aldurin á basaltinum, ið hylur nærum alt tað føroyska økið. Hesin spurningur hevur verið nógv umrøddur millum jarðfrøðingar, ið hava arbeitt við føroysku jarðfrøðini seinastu umleið 15-20 árini, tá nýggjar kanningar vístu, at basaltið hevði lagt seg omaná føroyska økið í tíðarbilinum frá umleið 54,5 – 57 mió. árum síðani heldur enn í tíðarbilinum frá uml. 61 – 54,9 mió. árum síðani, sum kanningar áður hava víst.

Kanningar í hesi greinini eru gjørdar við støði í tulkingum av seismiskum dátum og boridátum, og niðurstøðan er, at basaltið hevur lagt seg omaná føroyska økið í einum tíðarskeiði upp á umleið 6 mió. ár. Niðurstøðan stuðlar tí upp undir fyrst ásetta tíðarbilið.

Greinin er tann fjórða og seinasta í greinarøðini frá ph.d.-verkætlanini hjá Janu Ólavsdóttir. Verkætlanin varð stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira í Stuðulsyvirlitinum

Kelda: jf.fo

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum