Skriva út
Lagt út: 07.10.2008

Áhuga í SSH gransking?


Hevur tú áhuga í at vita innan hvørji øki SSH (Sosial- og búskaparvísindi og hugvísindi) granskingarevni eru at finna, so hevur tú møguleika at taka niður "Opportunities for Researchers from the Socio-economic Sciences and the Humanities". Skjalið lýsir tey mest týðandi SSH relevantu evnini í FP7, sum liggja uttanfyri SSH arbeiðsætlanina.

Skjalið er eitt úrslit av samarbeiði millum føroysku NCP umboðini og teirra samstarvsfelagar í Turkalandi, ið hevur staðið á odda fyri sjálvum arbeiðinum í ES stuðlaðu NET4SOCIETY verkætlanini.

NET4SOCIETY er ein trý ára verkætlan, sum miðar ímóti at fremja samarbeiði millum tey ymisku NCP-umboðini í europa. Ein av afturvendandi veitingunum er áðurnevnda skjal.

Lesi nærri um NET4SOCIETY og tak niður "Opportunities for Researchers from the Socio-economic Sciences and the Humanities" fyri at vita um nøkur av evnunum hava tín áhuga.

Umsóknarfreistin til tey flestu evnini, ið verða lýst, er fyrst í januar 2009.