Skriva út
Lagt út: 30.05.2017

Áheitan: Send okkum títt íkast!

Fróðskaparfelagið skipar 16. november 2017 fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum við heitinum Gransking í Føroyum.

Í hesum sambandi bjóðar felagið øllum granskarum at leggja fram á ráðstevnuni. Heitt verður á granskarar um at senda felagnum eina stutta lýsing av, hvat teir kundu hugsað sær at lagt fram á ráðstevnuni.

Felagið sigur soleiðis um ráðstevnuna:

“Ráðstevnan er ætlað at samskifta og kunna um gransking innan øll øki, bæði við munnligum framløgum og skrivliga á spjaldrum (posters).

Sigast kann, at høvuðsevnið er samstarv og tvørfaklig gransking. Tí verður tú biðin um at leggja serligan dent á at lýsa tínar granskingaruppgávur og hvussu júst títt fakøki og tína gransking kunnu geva sítt íkast.

Send okkum eina stutta lýsing (abstract) av tí, sum tú ynskir at leggja fram, antin sum framløga ella á spaldri. Metingarnevndin tekur síðani støðu til, um títt íkast fær ein av teimum avmarkaðu talutíðarminuttunum á 20 min. á ráðstevnuni. Frymil at skriva eina stutta lýsing av tilfarinum er her

Send títt íkast til: fff@frodskaparfelag.fo, cc til winny@setur.fo. Seinasta freist at senda íkast er 16. september.

Almannagerð av granskingartilfari, sum er við á ráðstevnuni

Tað at leggja fram gransking á ráðstevnuni gevur eitt gott grundarlag fyri at fáa eina vísindaliga grein skrivaða. Tí hevur ein lagt fram granskingarúrslit á ráðstevnu, so er tilfarið longu viðgjørt so mikið væl, at ein vísindalig grein kann vera eitt natúrligt næsta stig.

Fyriskipararnar av ráðstevnuni vilja virka fyri, at tilfar, sum er víst á ráðstevnuni, verður almannagjørt í hóskandi miðli eftir ráðstevnuna. Hetta kann t.d. verða at ein grein, sum verður skrivað til Fróðskaparrit, antin í høvuðsritið ella um tørvur er á tí, í serligt Supplementa. Eisini kann vera hóskandi at miðla í Frøði, um tilfarið er ætlað almenninginum meira enn øðrum granskarum.

Tey, sum skipa fyri og sum eru í metingarnevndin, eru: Amanda Vang, Jóhanna L. Køtlum, Vár í Ólavsstovu, Eilif Gaard, Jens Christian S. Justinussen, nevndin í Føroya Fróðskaparfelag Maria Dam, Zakaris S. Hansen, Janus Hansen, Óluva Eidesgaard, Áki Vang og Winny í Pætursastovu, nevndarskrivari.

Skrá fyri ráðstevnuna

kl   9:00 – 12:15 Framløgur

kl 12:15 – 13 Ábit

kl 13:00 – 14:30 Framløgur

kl 15:00 – 16:00 Framløgur

kl 16:00 – 17:00 Gagnnýtt gransking; nýggjari føroyskur matur og drekkivørur

Keynote speakers / Innbodnir fyrilestrahaldarar eru

Lise Lotte Hansen, ph.d. lektari við Aarhus Universitet.

Hon sigur um sítt virksemi, at hon “arbejder især med epigenetik og cancer, hvor vi finder biomarkører baseret på epigenetiske ændringer. Desuden har vi fokus på hvordan miljøet kan påvirke vores epigenetiske mønster, både som fostre og i ungdommen og måske være årsag til alvorlig sygdom senere i livet.” Sí http://biomed.au.dk/forskning/forskere-og-forskningslaboratorier/g-h/hansen-lise-lotte/

Reid Hole, dr., pro-rektor for forskning og utvikling við Nord Universitet.

Hann fer at tosa um “tverrfageleg forsking som ein viktig del av eit moderne samfunn. Det er eit tema som eg er oppteken av.” Sí http://www.nord.no

Ráðstevnan er ætlað teimum, sum arbeiða sum granskarar ella við gransking. Endamálið er at geva hesum fólkum ein pall at kunna hvønn annan um sína núverandi gransking, at greiða frá um sítt evni og læra um tað, sum onnur gera.

Hetta verður eitt høvi at menna ta síðuna av tí at vera granskari, sum snýr seg um at kunna um vísindi. Eitt endamál er at slóða fyri framtíðar samstarvi, har sum tað er gagnligt fyri granskingarúrtøkuna. Vit ynskja eisini at styrkja gransking sum starv og við tí stuðla uppundir, at gransking verður sæð sum eitt týðandi og virðismikið íkast til samfelagskervið og menningina av tí.

Ráðstevnan er ætlað granskarum, men eisini lesandi og tey, sum hava áhuga fyri gransking, kunnu luttaka.

Ráðstevnan er ókeypis, so einki gjald er fyri at luttaka."

Ynskir tú at gerast limur í Føroya Fróðskaparfelag ber til at skriva til felagið her fff@frodskaparfelag.fo

Mynd: nlh.fo