Skriva út
Lagt út: 25.05.2009

A History of the North Atlantic Fisheries útgivin við føroyskum íkasti


Nýggj bók um fiskivinnusøguna hjá teimum londum, sum hava fiskað í Norðuratlantshavi, er útkomin. Fyrsta bindið snýr seg um fiskivinnusøguna til umleið miðskeiðis í 19. øld.

Jóan Pauli Joensen, professari og rektari á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað um Fishing in the “Traditional” Society in the Faroe Islands.

Bókin við fulla heitinum "A History of the North Atlantic Fisheries, Volumn1. From Early Times to the Mid-Nineteenth Century" er á enskum og telur tilsamans 456 bls. Hon er sera áhugaverd hjá øllum bæði leikum og lærdum, sum hava áhuga fyri fiskiskapi og fiskivinnusøgu.

Tað er North Atlantic Fisheries History Assosiation (NAFHA), ið saman við Deutsches Schiffartsmuseum, Bremen, sum gevur út bókina.

Bókin kann bíleggjast frá North Atlantic Fisheries History Assosiation.

Les um Jóan Paula Joensen í Heilagrunninum.