Skriva út
Lagt út: 05.01.2010

8 nýggir Ph.D.arar/doktarar í 2009

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava í minsta lagi 8 føroyingar lokið Ph.D. ella doktaraprógv í 2009.

Talið er væl lægri enn óvanliga góðu árini 2007 og 2008, tá tað var ávikavist 14 og 13.

Tey 8 eru:
Karin Margretha H. Larsen – Ph.D. við Universitetet i Bergen 11.02.09
Ritgerð: "Circulation and exchange of water masses on the Faroe Shelf and the impact on the Shelf ecosystem"

Maria Skaalum Petersen – PhD. við Syddansk Universitet 06.03.09
Ritgerð: "Gene-environment interaction: PCB and mercury exposure, P450 enzymes and Parkingson's disease in the Faroe Islands"

Kári á Rógvi – Ph.D. við Háskúli Íslands 06.04.09
Ritgerð:"West-Nordic Constitutional Judicial Review –A Comparative Study of Scandinavian Judicial Review and Judicial Reasoning"

Jóannes Jacobsen – Ph.D. við Københavns Universitet 18.08.09
Ritgerð: "Longevity and Electoral Rules as Determinants of Comparative Development" 

Benjamin Jacobsen – Ph.D. við University of California 22.09.09
Ritgerð: "Chronology and Short-Lived Radionuclide Inventory of the Earliest Solar System Solids: Isotope Investigation of Calcium-Aluminum-Rich Inclusions from the Allende Meteorite"

Petur Steingrund – dr.philos. við Universitetet i Bergen 02.10.09
Ritgerð: "Food availability and feeding in Atlantic Cod (Gadus morhua L.) at Faroe Islands: consequences for spatial distribution, recruitment, natural production and fishery’"

Hanna í Horni – Ph.D. við University of Swansea 20.11.09
Ritgerð: "British and U.S. post-neutrality policy in the North Atlantic area 09.04.1940-1945: the role of Danish representatives" 

Maria C. Nielsdóttir – Ph.D. við University of Southampton 27.11.09
Ritgerð: "Iron Biogeochemistry in (Sub-) Polar Waters"

Fleiri av hesum hava fingið stuðul heilt ella lutvíst úr Granskingargrunninum. Meira um einstøku doktara/Ph.D. ritgerðirnar og -verjurnar er at finna í tíðindasavninum fyri 2009.

Til ber at síggja allar skrásettu doktararnar og hinar granskararnar við at fara í Heilagrunnin. Her eru fleiri enn 250 fólk skrásett í løtuni.

Saknast onkur doktari, doktaralesandi ella annar í grunninum, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo