Skriva út
Lagt út: 25.02.2010

8% færri Ph.D. disputeringar í Norra í 2009 í mun til 2008


Í 2009 vóru íalt 1148 Ph.d. disputeringar í Norra. Hetta er næstan 100 færri enn árið frammanundan, svarandi til eina niðurgongd uppá 8%. Niðurgongdin gjørdist tó ikki so stór, sum fyrra hálvan av 2009 kundi geva ábendingar um. Ongantíð áður hava so mong disputerað í Norra, sum í seinnu hálvu av 2009.

Størsta niðurgongdin var innan landbúnaðar- og hugvísindaøkið. Harafturímóti vóru eins nógvar disputeringar innan medisin og heilsufakini í 2009 sum í 2008.

Kynsbýtið í 2009 var tað sama sum í 2007 og 2008, har 45% av teimum, sum gjørdust liðug við eina granskaraútbúgving, vóru kvinnur.

Tað er framhaldandi ein stórur partur av teimum, sum disputera í Norra, ið ikki hava norskan statsborgaraskap, nevniliga 28%

Les meira um tey nýggju norsku Ph.d. tølini her.

Kelda: Doktorgrader i tall