Skriva út
Lagt út: 17.12.2015

6 umsóknir fingið stuðul til gransking á heilsuøkinum

Tilsamans eru 3,2 milliónir kr. tillutaðar til verkætlanir innan høvuðsøki 2, ið er eitt av trimum høvuðsøkjum, sum fæið hjá niðurlagdu sjúkrakassunum skal lutast út til. Høvuðsøki 2 fevnir um gransking og menning á heilsuøkinum í Føroyum.

Játtanir verða í ár latnar á trimum raðfestum økjum

Á økinum Heilsa sum sosialt fyribrigdi fær Kristianna Dam frá Sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetri Føroya kr. 312.638 til eina verkætlan um lívsfatanina hjá ungum, sum eru uppvaksin við sálarsjúkum foreldrum.

Marin Strøm frá Megindeildini fyri Náttúru- og heilsuvísindi á Fróðskaparsetri Føroya fær kr. 536.736 til eina verkætlan um sambandið millum kost og rørslu hjá føroyskum tannáringum og sosiobúskaparligu og heilsuligu støðuna hjá familjuni.

Á økinum Heilsa sum medisinskt fyribrigdi fær Shahin Gaini frá Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum kr. 318.536 til eina verkætlan at kanna immunverjuna hjá sjúklingum við blóðeitran (sepsis), har bakteriur eru funnar í blóðnum. Verkætlanin kallast BiFaSeps (Biomarkers-Faroeislands-Sepsis-Study).

Maria Skaalum Petersen frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu fær kr. 667.421 til eina verkætlan um genetisku orsøkirnar til Alzheimers sjúku í Føroyum.

Turid Hammer frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu fær kr. 1.217.022 til eina ph.d.verkætlan um tarmbrunasjúkur í Føroyum.

Og á økinum Sálarfrøðilig heilsa fær Noomi Oddmarsdóttir Gregersen frá Ílegusavninum kr. 184.223 til eina verkætlan um at eyðmerkja og greina genetisk frávik í Føroyum, sum økja vanda fyri at fáa panikkangist. Hetta er framhald av ph.d. verkætlan hennara.


Sambært leiðreglunum fyri Sjúkrakassagrunnin skal stuðul til høvuðsøki 2 býtast nøkulunda javnt millum fimm raðfest økir. Á hesum sinni varð stuðul tó bert játtaður til trý økir, tí mett varð ikki, at tað vóru stuðulsverdar umsóknir á økjunum Krabbamein og Hjartasjúkur. Eins og í fjør vóru flestar umsóknir á økinum Heilsa sum medisinskt fyribrigdi.

Hetta er aðru ferð at stuðul verður latin frá Høvuðsøki 2, tilsamans 13 umsóknir vóru um stuðul í hesum umfarinum.

Granskingarnevndin hevur gjørt av, at næstu ferð tað verður lýst eftir umsóknum til Høvuðsøki 2, so verður tað bert lýst á økjunum Krabbamein og Hjartasjúkur. Tað eru á leið 2,6 mill. kr. tøkar til ta umsóknarfreistina, sum verður tann seinasta fyri Høvuðsøki 2 í hesum umfarinum. Meira verður at frætta um hetta seinni.

Tað ber eisini til at fáa stuðul til gransking á heilsuøkinum úr Granskingargrunninum. Næsta umsóknarfreist er 15. februar 2016. Tað eru væntandi góðar 6 mió. kr. tøkar til stuðul á øllum fakøkjum.

Les meira um Sjúkrakassagrunnin her