Skriva út
Lagt út: 08.05.2013

6,6 milliónir kr. játtaðar til granskingartól

Løgtingið hevur í morgun samtykt at loyva Vinnuframa at brúka upp til 6,6 mió. kr. til keyp av framkomnum tólum til Granskarasetrið.
 
Vinnumálaráðið legði 30. apríl fram lógaruppskot fyri Løgtingið, sum skuldi heimila, at stovnsfæið í Vinnuframagrunninum varð niðurlagað við upp til 6,6 mió. kr. at keypa tól fyri. Uppskotið var til fyrstu viðgerð í Løgtinginum 2. mai og var síðani sent í Vinnunevndina. Nevndin gjørdi skjótt av, málið kom fyri á fundi 3. mai, har ein samd nevnd tók undir við uppskotinum. Løgtingið samtykti uppskotið við 2. viðgerð 6. mai og endaliga við 3. viðgerð 8. mai við 29 atkvøðum fyri, ongari blankari og ongari ímóti.

Orsøkin til lógaruppskotið er, at granskingarverkætlanir, sum ætlanin er at staðseta í nýggja Granskarasetrinum, hava tørv á framkomnum tólum. Sum er finst eingin grunnur í Føroyum, ið kann fíggja slík granskingartól. Fyri at fáa veruliga nyttu av íløguni í Granskarasetrið, sum er umbygt fyri 13 mió. kr., metti nevndin fyri Vinnuframa, at tað var neyðugt eisini at finna pening til tól. Tí varð skotið upp at niðurlaga stovnsfæið í Vinnuframagrunninum enn einaferð, so peningur fekst til at fíggja tól til Granskarasetrið. Hetta tók politiska skipanin fult undir við og avgreiddi málið eftir fáum døgum.

Sambært lógini verður tað Vinnnuframi, sum skal umsita peningin og gera av, hvørji tól verða keypt.

Arbeiðið at gera granskarasetrið klárt at taka í brúk er um at vera liðugt. Eftir ætlan yvirtekur felagið iNOVA formliga granskarasetrið um mánaðarskifti mai/juni.

Lógaruppskotið við viðmerkingum og viðgerðin av málinum sæst her.