Skriva út
Lagt út: 12.11.2012

49 norsk tíðarrit tøk í E-feingi

Landsbókasavnið hevur saman við øðrum útbúgvingar- og granskingarstovnum fingið online-atgongd til norska tíðarritsgrunnin idunn.no. Hetta er ein av teimum fremstu norðurlendsku grunnunum við faktíðarritum. Atgongdin fæst umvegis e-feingi, sum er samstarv hjá stovnunum um atgongd til vísindaligt tilfar á internetinum.

Talan er um vísindalig tíðarrit við høvuðsdenti á samfelagsfrøði og hugvísindi, men eisini tíðarrit um løgfrøði, pedagogikk, heilsu- og sosialviðurskifti, búskap og náttúruvísindi.

Tað eru góðir leitimøguleikar í teimum 49 tíðarritunum, og til ber eisini at finna greinar í eldri útgávum av tíðarritunum.

Hetta savnið við norskum tíðarritum online hevur tikið sær heitið eftir nørronu gudinnuni Idunn, sum stendur fyri ynging og endurnýggjan.

Til ber at lesa meira um E-feingi her

Hesi tiðarritini eru tøk í idunn.no - árgangirnir í klombrum:
Agora (2011 ->)
Arbeidsrett (2004 ->)
Beta (2002 ->)
Edda (2002 ->)
Ekfrase (2010 ->)
Fokus på familien (2002 ->)
Historisk tidsskrift (2002 ->)
Internasjonal Politikk (2000 ->)
Jussens Venner (2001 ->)
Kirke og Kultur (2001 ->)
Kunst og kultur (2002 ->)
Lov og Rett (2001 ->)
Maal og Minne (2006 - 2009)
Naturen (2001 ->)
Nordic Journal of Digital Literacy (2006 ->)
Nordic Journal of Human Rights (2001 ->)
Nordic Studies in Education (2002 ->)
Nordisk Domssamling (2002 ->)
Nordisk kulturpolitisk tidskrift (2010 ->)
Nordisk sosialt arbeid (2002 - 2008)
Nordisk sygeplejeforskning (2011 ->)
Nordisk tidsskrift for spesialpedagogikk (2002 - 2003)
Nordisk Østforum (2009 ->)
NORMA (2006 ->)
Norsk antropologisk tidsskrift (2002 ->)
Norsk Filosofisk tidsskrift (2002 ->)
Norsk Litteratur­vitenskapelig Tidsskrift (2002 ->)
Norsk medietidsskrift (2004 ->)
Norsk pedagogisk tidsskrift (2002 ->)
Norsk statsvitenskapelig tidsskrift (2002 ->)
Norsk Teologisk Tidsskrift (2002 - 2011)
Nytt Norsk Tidsskrift (2002 ->)
Plan (2002 ->)
Praktisk økonomi og finans (2002 ->)
Rus & avhengighet (1998 - 2006)
Rus & Samfunn (2007 ->)
Samtiden (2001 ->)
Skatterett (2001 ->)
Sosiologisk tidsskrift (2002 ->)
Stat & Styring (2006 ->)
Studia Musicologica Norvegica (0201 ->)
Søkelys på arbeidslivet (2010 ->)
Teologisk Tidsskrift (2012 ->)
Tidsskrift for kjønnsforskning (2009 ->)
Tidsskrift for psykisk helsearbeid (2004 ->)
Tidsskrift for Rettsvitenskap (2002 ->)
Tidsskrift for samfunnsforskning (2002 ->)
Tidsskrift for Teologi og Kirke (2002 - 2011)
Tidsskriftet Norges barnevern (2009 ->)