Skriva út
Lagt út: 16.02.2012

44 umsóknir um stuðul til gransking í 2012

Árliga umsóknarfreistin til stuðul úr Granskingargrunninum var úti mikudagin 15. februar kl. 12. Tað komu 44 umsóknir inn. Til samans verður søkt um knappar 34,7 mió. kr. Tað eru umleið 6,6 mió. kr. tøkar til stuðul í 2012.

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu ráðgevar finnast, sum fara at meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. Umsøkjararnir fáa boð um, hvørjar verkætlanir fáa tillutað árliga stuðulin, um uml. 3 mánaðir.

Í 2011 vóru 36 umsóknir um uml. 24 mió. kr. 10 verkætlanir fingu stuðul, í alt 6.353 tkr.
Í 2010 vóru 31 umsóknir um uml. 27 mió. kr. 12 verkætlanir fingu stuðul, í alt 6.753 tkr.
Í 2009 vóru 46 umsóknir um uml. 35 mió. kr. 16 verkætlanir fingu stuðul, í alt 8.345 tkr.

Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her.

Vit hava sent øllum umsøkjarum móttøkukvittan við telduposti. Um onkur er, sum ikki hevur hoyrt frá okkum, mæla vit til, at tit seta tykkum í samband við okkum sum skjótast á gransking@gransking.fo ella telefon 567800.

Næsta umsóknarfreistin verður væntandi 15. februar 2013. Lýst verður við hesum á heimasíðuni,í tíðindabrævi okkara, í bløðunum og aðra staðni.