Skriva út
Lagt út: 10.10.2013

400 fingu mátað blóðsukur

Tað vóru langar bíðirøðir eftir at sleppa at máta blóðsukur og feittprosent á básinum hjá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu á Vísindavøkuni.

Jónrit Halling og Marita Hansen høvdu gjørt seg út at taka 150 blóðroyndir, men longu fyrrapartin máttu tær fara eftir fleiri royndarstrimlum, og tá dagurin var liðin, høvdu heili 400 børn og vaksin fingið at vita, hvussu nógv sukur tey høvdu í blóðinum.

- Vit funnu ongan, sum hevði diabetes, men hjá 8-10 vaksnum fólkum var  blóðsukrið í hægra lagi. Tey kunnu so fara til lækna og fáa tað kannað einaferð afturat, sigur Jónrit Halling.

Eisini feittprosentið var á góðari leið hjá teimum flestu, ið lótu seg kanna. Bert børn í 8. flokki og eldri sluppu at royna ta kanningina, sum er eitt sindur meira umfatandi enn blóðsukurkanningin.

- Nøkur fá høvdu í meira lagi av feitti í kroppinum, men yvirhøvur sóu vit ikki nógv til tað, ið vit ofta hoyra, at nógv børn og ung eru ov feit. Orsøkin til tað kann vera, at tað ikki eru júst tey børnini, ið halda seg framat at fáa mátað feittprosentið,  sigur Jónrit Halling.

Endamálið við kanningunum á básinum hjá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu var at vísa nakrar av teimum kanningum, ið deildin fæst við í løtuni í sambandi við millum annað árin av kviksilvurdálking.