Skriva út
Lagt út: 02.09.2008

39 umsóknir um stuðul


Freistin at søkja um stuðul úr Granskingargrunninum var úti í gjár. Tað eru komnar metnógvar umsóknir, heilar 39 í alt. Søkt verður um til samans góðar 31 mió kr.

Raðfestu økini  í hesum umfarinum eru Mentan, Náttúra og Náttúrutilfeingi og Tøkni. Tað eru komnar 30 umsóknir innan hesi øki og søkt verður um í alt góðar 26 mió kr.

Granskingarnevndin hevur umleið 7 mió kr. tøkar til stuðul í 2008.

Nú verður farið undir at kanna umsóknirnar fyri at vita, um tær lúka formligu treytirnar. Síðani skulu ráðgevar finnast, sum fara at meta um vísindaligu góðskuna v.m. í umsóknunum. Um mánaðarskiftið nov./des.fer Granskingarnevndin at taka endaliga støðu til, hvørjar verkætlanir skulu stuðlast.