Skriva út
Lagt út: 06.01.2010

34 mió kr játtaðar til Centre for Fetal Programming


Sjúrður F. Olsen hevur sum verkætlanarleiðari beint fyri jól fingið 34 mió kr játtaðar frá Det Strategiske Forskningsråds programkomite for sundhed, fødevarer og velfærd til eitt nýtt granskingarsentur. Talan er um Centre for Fetal Programming, sum Sjúrður skal verða leiðari fyri.

Fetal programming er eitt konsept, sum tengir umhvørvisávirkan á fosturstigi við vandan fyri sjúkur seinni. Aftanfyri verkætlanina er eitt samtak av granskingarstovnum við m.ø. Statens Serum Institut, har Sjúrður F. Olsen er professari. Hann er eisini adjungeraður professari við Harvard Univeristy.

Yvirlit yvir allar játtanirnar frá Det Strategiske Forskningsråds programkomite for sundhed, fødevarer og velfærd er her og stuttar lýsingar um stuðlaðu verkætlanirnar her.

Meira um Sjúrð F. Olsen í Heilagrunninum.