Skriva út
Lagt út: 12.06.2008

25 ár við hiv

 

Í ár eru 25 ár liðin síðan hiv virus fyrstu ferð var funnið. Vísindaportalurin, videnskab.dk, hevur í hesum sambandi gjørt eina serliga evnissíðu, sum kastar ljós á, hvussu virusið ávirkar kyknur, og fylgir tí aftur í søguna.

 

Umleið 25 milliónir menniskju eru deyð av eyðkvæmi, sjúkuni, sum stavar frá hiv virus. Í ár eru 25 ár síðan, at hiv virus fyrstu ferð var funnið.

 

Á toppfundinum hjá ST um hiv/eyðkvæmi í New York hava serfrøðingar, granskarar og politikarar júst latið úr honum eina frágreiðing um støðuna hjá sjúkuni. Støðan er ikki bjørt. Umframt tey mongu, sum longu eru deyð av sjúkuni, so verða nógv framvegis smittað av hiv í m.a. Afrika og eystur europa. Í fjør doyðu meir enn tvær milliónir menniskju av aids, og ST metir, at upp ímóti 33 milliónir menniskju bera hvi smittuna í sær.

 

Í dag verður sjúkuelvandi virksemið av hiv virus hildið niðri, um sjúklingurin fær rættan heilivág. Arbeiði við at finna koppingarevni ella heilivág sum kann lekja sjúkuna er ein trupul og krevjandi uppgáva hjá granskarum.

 

Á evnissíðuni hjá videnskap.dk hevur tú høvi at fáa meir at vita um søguna hjá sjúkuni, og m.a. fáa svar uppá hví tað er so trupult at basa hiv.

Evnissíðan hjá Videnskab.dk