12 verkætlanir fingið stuðul
 Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar kr. 6.753.921 til 12 verkætlanir innan økini mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, samfelag og heilsu. Flestu av verkætlanunum, sum eru stuðlaðar hesuferð, eru Ph.D. verkætlanir. 
 
 31 umsóknir vóru um stuðul og søkt var um í alt 27 mió kr. Tað vóru fleiri góðar og viðkomandi verkætlanir, sum nevndin noyddist at geva avslag orsakað av avmarkaða fíggjarkarminum. 
 
 Næsta umsóknarfreist er 15. februar 2011 kl 12. Hetta er treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2011. Sambært uppskotinum til Fíggjarlóg vera kr. 6.630.000 tøkar til stuðuls. 
 
 Við nýggjastu játtanunum er talið á umsóknum, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, farið upp um 100.
 
 Yvirlit yvir allar verkætlanir, sum hava fingið stuðul til og við 2009, sæst her 
 
 Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2010, eru: 
 
 Mentan 
 Bergur D. Hansen: Hjemme findes ikke. En undersøgelse af K.O. Viderøs rejseberetninger. 
 Ph.D. verkætlan á Føroyamálsdeildini – játtan kr. 1.100.000 
 
 Jens Dam Ziska: Belief, Deliberation and Practical Interests. 
 Ph.D. verkætlan við Oxford Universitet – játtan kr. 652.621 
 
 Í alt 1.752.621 
 
 
 Náttúra og náttúrutilfeingi 
 Agnes Mols Mortensen: Porphyra in the North Atlantic and the connection to the North Pacific Porphyra - diversity, distribution, ecology, morphology and phylogeny. 
 Ph.D. verkætlan við University of New Hampshire – játtan kr. 431.203 
 
 Ása Jacobsen: Proteoglycans (PGs), glycosaminoglycans (GAGs) and collagen in the connective tissue of fish muscle. 
 Ph.D. verkætlan á Fiskaaling/Náttúruvísindadeildini – játtan kr. 600.000 
 
 Jana Ólavsdóttir: Epiclastic volcaniclastic influence on potential hydrocarbon reservoirs: A case study from Faroe Shetland Basin and onshore Faroe Islands. 
 Ph.D. verkætlan á Jarðfeingi/Københavns Universitet – játtan kr. 425.000 
 
 Øystein Patursson: Open Ocean Fish Farming, modelling phase. 
 Granskingarverkætlan á Fiskaaling – játtan kr. 503.072 
 
 Í alt 1.959.275 
 
 
 Samfelag 
 Hans Ellefsen: Strategic Management of Shared Fish Stocks Applied to the Pelagic Complex in the North East Atlantic. 
 Ph.D. verkætlan á Havstovuni/Syddansk Universitet – játtan kr. 600.000 
 
 Zvonko Mrdalo: A comparison of the Economic Efficiency of the Petroleum Fiscal Systems under Uncertainty: a Monte Carlo Simulation Approach. 
 Ph.D. verkætlan við Aberdeen University – játtan kr. 154.058 
 
 Í alt 754.058 
 
 Heilsa 
 Amalia Danielsen: Incidens af thyroideasygdomme på Færøerne. 
 Granskingarverkætlan á Landssjúkrahúsinum – játtan kr. 80.000 
 
 Ása Róin: Ældre og aldring på Færøerne. 
 Ph.D.verkætlan á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum/Linkøbing Universitet – játtan kr. 977.966 
 
 Jan Rasmussen: Carnitine transporter deficiency (CTD) in the Faroe Islands and association to cardiac risk. 
 Ph.D.verkætlan á Landssjúkrahúsinum/Københavns Universitet – játtan kr. 1.032.650 
 
 Tordis Kristiansdóttir: En epidemologisk undersøgelse af c. Mammae på Færøerne 1984-2009, samt genetiske undersøgelser af BRCA1 og BRCA2 mutationer i færøske familier med brystkræft. 
 Granskingarverkætlan á Landssjúkrahúsinum – játtan kr. 197.350 
 
 Í alt 2.287.966 
 
 Stuðul í alt 6.753.921
