Skriva út
Lagt út: 22.05.2017

12 nýggjar verkætlanir stuðlaðar við tilsamans 7,5 mill. kr.

Granskingarnevndin hevur á fundi 18. mai játtað stuðul til 12 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar 7.480.945 kr. til verkætlanir á økjunum tøkni, mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, matur, samfelag og heilsa.

42 umsóknir vóru um stuðul og søkt varð um í alt 37 mill. kr.

Stuðul er latin 8 ph.d.-verkætlanum og 4 øðrum verkætlanum. 6 kvinnur og 6 menn eru verkætlanarleiðarar. Hesi arbeiða á stovnum og fyritøkum í Føroyum, Danmark og Stóra Bretlandi

Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2017, eru:

Tøkni

Tórur Biskopstø Strøm: Menning av realtíð fleirkjarnu samskifti og synkronisering. 
Ph.d.-verkætlan á DTU Compute – játtan kr. 798.942

Mentan

Annika Christensen:  Kvæði í nútíðar føroyskari mentan og samfelag.
Ph.d.-verkætlan á University of Leeds játtan kr. 219.981

Greta Jimenez: Trivnaður á dagstovninum. Trivnaðarfatanir á føroyskum og donskum stovnum.
Ph.d.-verkætlan á Aarhus Universitet – játtan kr. 1.111.379

Náttúra og náttúrutilfeingi

Óluva R. Eidesgaard: Kanningar og nýtsla av boriholsmátingum í føroyskum basalti.
Ph.d.-verkætlan á Jarðfeingi og Københavns Universitet – játtan kr. 445.000

Tórheðin J. Jensen: Hvørjar eru mekanismurnar handan deiling av vitan grundað á royndir í nýskapan í føroysku fiski- og alivinnuni?
Ph.d.-verkætlan á Varðin p/f og Henley Business School – játtan kr. 270.000

Ian Salter: Faroese Marine Ecosystem Observatory Study (FAMEOS): Nýtsla av umhvørvis DNA í kanningum av vistskipanum í havinum
Verkætlan á Havstovuni – játtan kr. 1.092.520 

Tróndur J. Kragesteen: Minking av laksalúsapláguni í Føroyum
Ph.d.-verkætlan á Fiskaaling og DTU Aqua – játtan kr. 443.472

Matur

Elisabeth Olsen: Vegamót? Luttakandi og virkin gransking av landbúnaðarætlanum í Ghana og Føroyum
Ph.d.-verkætlan á Lancaster University – játtan kr. 698.435

Samfelag

Turið Hermannsdóttir: Ein etnografisk kanning av tveimum mótstríðandi fosturtøkufatanum í Føroyum
Ph.d.-verkætlan á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum – játtan kr. 1.172.432

Heilsa

Lisa í Garði Patursson: Skiftandi seksualfatanir – Ein diskursanalysa
Ph.d.-verkætlan á University of Surrey – játtan kr. 338.784

William Simonsen: Kanning av útbreiðslu av skógarmottum í norðuratlantsøkinum  (NATS)
Verkætlan á Landssjúkrahúsinum – játtan kr. 90.000

Pál Weihe: Forsagnir um heilsu og andsevnir hjá eldri føroyingum – ein 10 ára uppfylgjandi kanning
Verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu – játtan kr. 800.000

---

Næsta umsóknarfreist hjá Granskingargrunninum verður væntandi 15. februar 2018 kl. 12. Hetta er treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2018.

Longu 1. september 2017 kl. 12 er freistin at søkja stuðul til heilsugransking úr Sjúkrakassagrunninum. Talan er um høvuðsøki 2. Hesaferð verður bert lýst eftir umsóknum á økjunum: Hjartasjúkur og krabbamein. Les meira her.

Við játtanunum í hesum umfarinum eru fleiri enn 200 verkætlanir stuðlaðar síðani skipanin við granskingarstuðli varð sett á stovn fyri 20 árum síðani . Yvirlit og status yvir allar verkætlanir, sum hava fingið stuðul til og við 2016 sæst her