1.1 mia. kr. til strategiska gransking í Danmark
 Det Strategiske Forskningsråd hevur nú almannakunngjørt lýsingarnar eftir umsóknum innan strategiska gransking fyri 2010. Í alt er talan um 1,1 mia. kr. Peningurin verður latin til størri granskingarverkætlanir innan fleiri evni, sum hava stóran týdning fyri menningina og vælferðina í Danmark.
 
 Talan er um strategiska gransking innan eitt nú hesi evnini (onnur evni eru við, sum ikki eru nevnd her):
Matvøra
Orka
Sambandið millum mat, heilu og lívsstíl
Klinisk gransking
Heilsa og fyribyrging
Les tíðindini, sum Forsknings og Innovationsstyrelsen almannakunngjørdi 5. mars.
 
 Síður við allari neyðugari kunning um útboðið:
 Donsk síða: http://www.fi.dk/raad-og-udvalg/det-strategiske-forskningsraad/opslag.
 Ensk síða: http://en.fi.dk/councils-commissions/the-danish-council-for-strategic-research/calls
 
 Ymiskar umsóknarfreistir eru. Sí sjálvar lýsingarnar fyri neyvari kunning!
